7,3 milliónir meiri til Klaksvíkar

Tíggu teir fyrstu mánaðirnar í ár var samantaldi kommunuskatturin 1,67% størri, enn hann var sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til 19.008.636 krónur meiri í kommunuskatti. Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár var kommunuskatturin 1.155.459.848. Í fjør var kommunuskatturin frá januar og til oktober 1.136.451.212 krónur.

Størsti lutfalsligi vøksturin var í Hvannasunds kommunu (9,55%), Eiðis kommunu (8,68%) og Vága kommunu (8,05%). Í krónum svarar hetta til ávikavíst 796.081 krónur, 1.210.804 krónur og 3.351.784 krónur.

Størsti vøksturin í kommunuskatti í milliónum hevur verið í Klaksvíkar kommunu. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar runnu 7.290.579 krónur meiri í kommunuskatti í kassan hjá klaksvíkingum, enn Klaksvíkar kommuna fekk inn sama tíðarskeið í fjør. Hetta svarar til eina øking upp á 4,72 prosent.

Størsta afturgongdin í kommunuskatti fyrstu tíggju mánaðirnar í ár sammett við í fjør var í Húsa kommunu (11,41%) ella 129.101 krónur og í Hovs kommunu (10,35%) ella 286.702 krónur.

Í Tórshavnar kommunu var kommunuskatturin fyrstu tíggju mánaðirnar í ár 0,06% størri í ár, enn hann var í fjør. Frá januar og til oktober í ár komu 499.127.166 krónur í skatti í kassan hjá havnarmonnum. Í fjør var talið 498.851.176 krónur. Munurin er 275.990 krónur ella 0,06 prosent.