Pensjónsaldur 70 ár: Kostar okkum 1,5 millión í part

Tað kostar hvørjum einstøkum okkara 1,5 milliónir krónur, at pensjónsaldurin hækkar við trimum árum. – Aftur hesaferð ætla politikarar, at tær veikastu herðarnar skulu gjalda fyri haldføriskreppuna, sigur fakfelagsformaður

Sosialurin hevur fingið innlit í útrokningar hjá Fakfelagssamstarvinum, sum vísa, hvussu nógv tað kostar hvørjum einstøkum føroyingi, at pensjónsaldurin hækkar.

Taka vit sum dømi ein persón, sum tjenar 30.000 krónur um mánaðin, so missur hann 1,1 millión krónur beinleiðis, sum hann hevði rætt til, men missir rætting til. Her er talan um fólkapensjón, samhaldsfasta og hansar privatu pensjónsuppsparin, sum landsstýrið ætlar at halda aftur í trý ár ár.

Harumframt fær hann eyka útreiðslur upp á 456.000 krónur í hægri skatti, arbeiðsmarknaðargjøldum v. m., sum hann skal rinda í trý ár afturat, áðrenn hann um 70 ára gamal kann pensjónerast.

Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag undrast stórliga á, at landsstýrið júst sum í nítiárunum letur tær veikastu herðarnar bera byrðarnar, nú tað stendur á við at fáa fíggjarligt haldføri í búskapin. 

– Tey sum hava upsparingar, tey kunnu gevast tá tey eru 68 ella 69 ella 70 sum tey vilja. 

– Tey sum hava fyritøkur kunnu selja fyritøkur tað fyrr og vera leys.

– Men tann, sum er bundin at sínum arbeiði, sum skaffar honum til dagin og vegin, hann verður tann, sum skal gjalda, vísir fakfelagsformaðurin hjá lærarunum á.

– Tann persónurin er bundin. Hann kann ikki velja at fara til hús, sum tann, ið hevur pengar. Hesi fólkini noyðast at arbeiða, um tey orka ella ikki.

– Tey sum hava høgar inntøkur, har kann tað gera tað sama. Eg vildi mett og vónað, at í øllum førum Javnaðarflokkurin hugdi eftir hesum, sigur Jacob Eli Ol­sen.

Lesið meira í Sosialinum hesaferð. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo