Framleiðsla
Á Tavuni í Leirvík hava tey havt úr at gera við upsanum í vetur.
Í summarhálvuni arbeiða tey gulllaks, og í vetrarhálvuni arbeiða tey upsa.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at higartil í ár hava tey arbeitt at kalla hvønn dag.
- Tað vóru einir tríggir dagar í januar, at einki arbeiði var á virkinum. Síðan hevur eingin steðgur verið í framleiðsluni.
Tvær vaktir
Hann vísir á, at tey arbeiða við tveimum vaktum frá mánadegi til og við hósdag, og á báðum vaktunum eru tilsamans eini 70 fólk. Fríggjadag verður so bert arbeitt við einari vakt.
Jóan Magnus sigur, at tað hevur gingið rímiliga væl at fáa fatur á upsa í hesum árinum.
- Vit keypa óskyldan upsa og skilja hann sjálvi. At kalla allur upsin á marknaðinum er óskyldur, leggur hann aftrat.
Tavan virkar upsan til portiónir, og hjáframleiðslan er blokkur, men hetta er ein lutfalsliga lítil partur.
- Vit selja framleiðsluna sjálvi, og størsta keyparalandið av upsavørunum er Frakland.
Jóan Magnus sigur, at tá ið ræður um gulllaksin, er Noreg tað landið, sum keypir størstu nøgdirnar.
- Men vit selja eisini nakað av upsa og gulllaksi til onnur norðurlond, leggur hann aftrat.
Gulllaksur
Stjórin sigur, at nú rávøruprísurin á upsa er væl hægri, enn hann var um hesa tíðina í fjør, verður helst neyðugt, at ráfiskaprísirnir á gulllaksi eisini fara nakað upp.
- Vit vita ov lítið um marknaðarprísin á gulllaksavørunum í løtun, men prísirnir hava verið uppeftir gangandi í ár.
Jóan Magnus Rasmussen sigur seg vóna, at tey kunnu fara undir gulllaksaframleiðsluna longu í apríl.
- Fýra skip, Stjørnan og Polarhav og Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, plaga at royna eftir gulllaksi í tí betru hálvuni, og eg vóni, at soleiðis eisini verður í ár.
Skal loysa seg
Hann vísir á, at tað á hvørjum ári er soleiðis, at teir, sum eiga skipini, meta um, hvørt tað loysir seg at leggja um til gulllaks ella ikki.
- Jú, hetta er uppi og vendir á hvørjum ári, men vit vóna, at ráfiskaprísirnir í ár kunnu verða á einum slíkum støði, at skipini aftur í ár fara at leggja seg eftir gulllaksi, sigur Jóan Magnus Rasmussen.