Á fiskavirkinum TG Seafood í Hvalba hava tey arbeitt hvønn dag í hesi vikuni. Ólavur Bjarkhamar, stjóri á virkinum, sigur, at partrolararnir, Hamranes og Breiðanes, landaðu mánadagin. Teir høvdu umleið 200.000 pund av upsa.
Umframt veiðina hjá Hamranesi og Breiðanesi, hevur TG Seafood hesa vikuna eisini keypt veiðina hjá Vágfelli, Hvannafelli og Beinissvørði, sum høvdu nakað av upsa og svartkalva.
Ólavur Bjarkhamar, stjóri á fiskavirkinum í Hvalba, sigur, at hesi fimm skipini hava givið TG Seafood nóg mikið av rávøru til alla vikuna.
Tilsamans 70 fólk eru knýtt at fiskavirkinum í Hvalba, sum annars hevur havt rímiliga støðugt arbeiði í heyst.
Myndin er av Hamranesi og Breiðanesi, sum eru gomlu, Stjørnan og Polarhav. Skipini hava roynst óføra væl, síðan tey gjørdust partur av fiskiskipaflotanum í Hvalba.
Í 2010 taldust Hamranes og Breiðanes millum bestu partrolarapør í Føroyum, bæði í nøgd og veiðivirði.