800 royna at leggja av

Fleiri enn 800 er nú til­meld­að nýggja roykiátkið hjá Fólka­heilsuráðnum.

Hesum boðar Fólka­heils­u­ráð­ið frá á sínum Face­book­pro­fili.
Tað var í farnu viku, tá ið ráðið upplýsti um, at talið av til­meldingum var komið upp á 340, og fleiri miðlar tóku tað upp, at rættligi gongd kom á, soleiðis at upp á fáar dagar vaks tal­­ið av fólkið, sum vil sleppa tubbakinum, við nær­­um 500.
Tað var undan jólum, at Fólk­a­­heil­s­u­ráðið fór undir á­tak­ið at bjóða roykjarum at melda seg til henda nýggja háttin at sleppa av við heilsuskaðiliga ó­van­an. Hátturin er, at X-roykj­ar­in fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina. X-roykj­ar­in fær eini sms boð dag­liga við einum stuttum hjálp­andi boðskapi, sum stuðl­ar honum í at halda fast við sína avgerð. Hetta røkk­ur yv­ir tríggj­ar mán­að­ir, har boðini koma hvønn dag fyrstu fýra vikurnar og ein­a­ferð um vikuna restina av tíð­ini. Góðar royndir

hava verið við hesum hátt­i­num í útlandinum.
– Sum sagt, fleiri enn 800 hava nú meldað seg til skip­an­ina, sum er púra ókeyp­is. Fólkaheilsuráðið er sera væl nøgt við, at so mong hava tikið undir við hes­um átakinum, og vísir á, at enn ber til at vera við. Fólk kunnu framvegis melda seg til hetta komandi hálva árið. Tú kanst byrja nær tað skal vera, sigur Fólka­heils­u­ráðið.
Melda til við at senda eitt sms við tekstinum »gevst« til 1919.