800.000 krónur úr Føroyum til Venesuela

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela eftir herviligu jarðskjálvtarnar

 

Mikudagin 24. juni raktu tveir harðir jarðskjálvtar norður- og mið Venesuela. Jarðskjálvtarnir raktu við fáum sekunds millumbilum og eru mátaðir til at vera 7,2 og 7,5 á Richterstiganum. Jarðskjálvtamiðdepilin var mátaður at vera nærhendis Morón og Yumare í statunum Carabobo og Yaracuy, sum liggja vestanfyri høvuðsstaðin, Caracas.

 

Jarðskjálvtarnir merktust í størsta partinum av landinum umframt í pørtum av Kolumbia, Karibia og Brasil. Ristingar eru mátaðar so langt sum 1.700 kilometrar úr jarðskjálvtamiðdeplinum, heilt í Amasonas í Brasil.

 

Stjórnin í Venesuela hevur lýst neyðstøðu í landinum. Tað verður mett, at 9,7 milliónir fólk eru ávirkað av hendingunum. Teirra millum hava 530.000 fólk verið útsett í ógvusligastu ristingunum.

 

Sambært nýggjastu tølunum hava 1.450 fólk latið lív, og 3.150 eru løstað, men hesi tølini veksa í heilum so hvørt, sum fólk verða funnin aftur í húsaleivdum.

Infrastruktururin er somuleiðis hart raktur, og fleiri enn 204 bygningar eru rapaðir, 217 bygningar hava fingið stórar skaðar, og 300 aðrir hava fingið nakað av skaða.

 

Reyði Krossur í Venesuela hevur fingið umbønir frá familjum, sum leita eftir fleiri enn túsund familjulimum. Størsti partur av hesum umbønum koma úr havnabýnum La Guaira,  nærindis høvuðsstaðnum, Caracas. 

 

Sambært statistiskum framrokningum hjá USGC kunnu væntast millum 1.000 og 10.000 deyð og løstað í hesum báðum jarðskjálvtunum.

 

Tað vil siga, at túsundtals fólk hava mist sítt heim - ella heimið hevur fingið stóran skaða, og samfelagskritisk undirstøðukervi, sjúkrahús, vatnveiting, elveiting og fjarskifti, eru nógv tarnað. Humaniteru tørvirnir eru ómetaliga stórir, serliga innan bráðfeingis heilsuhjálp, fyribils bústaðir, reint vatn, reinføri og sálarligan stuðul.

 

Føroya landsstýri hevur játtað Reyða Krossi Føroya 400.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið, og Reyði Krossur Føroya leggur somu upphædd afturat úr egnum kreppumiðlum, soleiðis at samlaði føroyski stuðulin til átakið verður 800.000 krónur.

 

##med2##

 

Endamálið við stuðlinum er at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtanum.

 

- Átakið fevnir um lívbjargandi neyðhjálp og hjálp til familjurnar at koma fyri seg aftur, herundir neyðhjálp og útflýggjan av neyðsynjarvørum, bjargingararbeiði, heilsuhjálp, fyrstuhjálp og sálarligan stuðul, vatn-, reinføri- og heilsutiltøk, og hjálp til familjur, ið hava mist samband við avvarðandi.

 

Reyði Krossur Føroyar sigur, at stuðulin eisini verður brúktur til at trygga endurbygging og kontantstuðul til húsarhald, har tað er møguligt. 

 

Stuðulin verður veittur gjøgnum IFRC Emergency Appeal, sum Altjóða Reyða Kross Føderatiónin (IFRC) stendur fyri, og hetta er í samstarvi við Venesuelska Reyða Kross.

 

- Hetta tryggjar, at hjálpin verður veitt, har tørvurin er størstur við teimum metingum, sum verða gjørdar á staðnum, verður lagt aftrat.