Kenn tína typu. Nakað soleiðis verður lagt upp til skeið í persónligari menning.
Í kvinnuverð, í arbeiðsverð, í umsorganarstørvum verður munurin á, og munurin hjá klienti ella brúkara,
at kenna í typu og persónligheit hjá starvsfólki.
Tá tað verður spurt um besta filmin, komi eg altíð fyrst í tankar um Gøgereden, sum júst hevði til endamáls at illustrera henda munin á typu.
Ella hann hevði til endamáls at vísa á skeivar typur við atliti til relatiónir og umsorgan.
Filmurin gjørdi sovorðið inntrykk á meg, at eg bæði minnist hvar í biografinum eg sat, tá eg sá filmin, eins og eg minnist til kensluna, tá láturin stirvnaði og flutti seg til ófrættakenslu og óunniligan álvara, - sum gjørdi mun á umsorganini og tænastuni, við atliti til starvsfólkatypu.
Vit siga mangan, at tað er meira klandur, har sum kvinnur starvast saman.
Eg eri farin at halda tað snúgva seg um umsorganarøki og um typu.
Har annar parturin er tengdur at arbeiðsávísingum, skipaðum viðurskiftum, lógum og reglum.
Meðan hin bólkurin hevur fyriskipanir, karmar, lógir og reglur sum leiðbeinandi, og persónligan integritet til at skilja ímillum og gera mun á, soleiðis at umsorganin verður í hásæti og brúkarin fær virðiliga tænastu, bestu kenslu og betri sjálvsvirði.
Hetta eru marginalar, sum ikki bera til at lesa og læra seg til, men eru beinleiðis tengdir at viðføddari og víðari mentari typu og persónligheit.
Í mínari verð eigur hesin eginleikin at finnast, at skjalprógvast og at kategoriserast við atliti til leiðslur, størv og samsýningar, og í flestum føri at verða hægri løntur enn serfrøði og akademisk útbúgving, sum lønar fyri fak og faktuella vitan, afturvendandi praksis, fastar uppgávur, kanska eisini rutinu.
Ja, vit skulu broyta álitisstørv á umsorganarøkjum til í størri mun at snúgva seg um typu og viðfødda persónligheit.
Eg kann hugsa um barnavernd, psykiatri, viðgerðarstovnar fyri misnýtslu av rúsevnum, stovnar fyri menningartarnað og óhjálpin, eldraøkið og annað slíkt alment skipað.
—
Viðvíkjandi útboði og eftirspurningi, so rokni eg við, at færri starvsfólk og persónar hava bæði útbúgvingar og rætta typu -
Og tí eiga hesi at finnast og lønast betri enn tað akademikara- og útbúgvingarveldi, vit, í okkara tíð, hava valt at leggja øll okkara egg og flestu hægri lønir og samsýningar í.
Í fakfelagsregi má arbeiðast við øðrum og við persónligheitum.
Bæði sum tign og sum løn.
Við vón um broyttan og annan hugburð til virði á typu, á starvsfólki á umsorganarøkjum, ivaleyst eisini á øðrum økjum við.










