Sambært Skúlablaðnum hava 16 næmingar teknað seg á nýggju breytina. Helmingurin av teimum eru ukrainar, sum hava gingið í Eysturskúlanum seinastu árini.
Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum, sigur við Skúlablaðið, at nýggja breytin skal geva næmingum við øðrum móðurmáli betri møguleikar at læra føroyskt og at gerast partur av føroyska samfelagnum.
– Skúlin fær tillutað eitt ávíst tímatal til undirvísing í føroyskum sum annaðmáli. Ein partur fer til nýggju breytina í Nám X, og ein annar partur verður brúktur til næmingar í grunddeild og miðdeild, sum eisini hava tørv á slíkari undirvísing, sigur hon.
Fleiri av næmingunum hava gingið í móttøkuflokkinum fyri ukrainsk børn í Eysturskúlanum. Seks teirra fullførdu 9. flokk í ár, men hava ikki fingið fult fólkaskúlaprógv, tí tey bert hava verið til endaliga roynd í enskum og støddfrøði. Tey halda nú fram á nýggju breytini.
Eyðna Magnussen sigur, at undirvísingin í føroyskum sum annaðmál hevur givið góð úrslit, men hon vísir samstundis á, at økið hevur ov fáar tilfeingisressursir.
– Vit fáa javnan nýggjar fremmantmæltar næmingar, eisini mitt í skúlaárinum. Tað er tó ikki altíð, at tímar fylgja við, og tí mugu vit ofta finna aðrar loysnir. Sum heild er økið føroyskt sum annaðmál forsømt, tí tað krevur bæði tíð, orku og tímar, sigur skúlastjórin við Skúlablaðið.
Sambært lýsingini av breytini er endamálið at geva tilflytarum førleikar í føroyskum máli, innlit í føroyska mentan og samfelag og at fyrireika teir til víðari útbúgving, lærupláss ella arbeiðslív í Føroyum.
Undirvíst verður á ymiskum torleikastigum, so hvør einstakur næmingur kann menna síni málsligu førleikar út frá egnum støði.
Kelda: Skúlablaðið.










