Fólkini handan PirateBay hava nú ment eitt nýtt forrit, ið skrásetur brúkarar við samband til netverkið hjá teimum, og setur teir á heimskortið. 849 føroyingar vóru skrásettir Hóast fólkini handan Pirate Bay, ið bjóðar Peer-to-Peer netverkan, har tú ólógliga kanst skaffa tær næstan eitthvørt, tær ynskir av forritum, filmum, tónleiki, spølum og øðrum, eru í rættarstríði, kunnu tey hóast alt enn menna nýggj tiltøk.
Seinast hevur man almannakunngjørt eitt heimskort yvir piratar kring allan heimin. Tekinið við eldi vísir har, teir flestu brúkararnir eru. Kortið er bygt á brúkarar við sambandi til Pirate Bay fyri hvønn minuttin.
Henda myndin, ið er tikin tann 9. februar 2009, vísti eitt nú 250.000 brúkarar um minuttin í Kina, ið er 21 prosent av samlaða talinum. Kina hevur annars fyrr boða frá, at teir hava steðgað ferðsluni til PirateBay, men hetta sær ikki út til at virka serliga væl.
Statistikkurin tekur ikki atlit til fólkatal, og tí vilja smærri lond ikki koma serliga langt upp á hesum statistikkinum.
Svøríki hevði 26.740 brúkarar um minuttin, Noreg 12.842, Finland 8.164, Danmark 2.777, Ísland 1.595, Føroyar 73 og Grønland 3 brúkarar við sambandi um minuttin.
Tá tikið verður yvir eitt 24 tíma skeið vóru tann 9. februar 2009 skrásettir 849 brúkarar um døgnið úr Føroyum.