Tað eru tey bæði feløgini, sum eiga heimavøll í Gundadali, sum nú eru á teimum báðum ovastu plássunum, nú ein triðingur av Betri deildini er farin.
Á tindinum er HB, sum í grannauppgerðini ímóti AB í Gundadali vann 5-0. Eftir málleysan javnleik í fyrra hálvleiki var talan eftir steðgin um rættiligt skrædl.
HB er trý stig frammanfyri bæði KÍ og B36, men nú er tað árstalsfelagið, sum er á øðrum plássi. Bæði B36 og KÍ hava átta í málmuni, og B36 hevur skorað eitt mál fleiri enn KÍ.
Víkingur vann 2-1 í Klaksvík. Talan er um fyrsta Víkinga sigurin í Klaksvík í fýra ár.
B36 van 2-0 í Runavík. Talan er um fyrsta B36 sigurin í Runavík í fýra ár.
KÍ er á triðja plássi, Víkingur er á fjórða plássi, og nú NSÍ á fimta plássi.
Skála vann 2-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Harvið lyfti Skála seg framum EB/Streym, sum nú er á sjeynda plássi. Suðringar vunnu 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tað ber við sær, at Suðringar nðú eru omanfyri strikuna, meðan AB er næstaftast, og 07 Vestur er aftast við einum stigi. Tað eru nú seks stig frá 07 Vestur og fram til Suðringar, ið eru á áttanda plássi.
KÍ – Víkingur 1-2 (1-1)
1-0: Jóannes Bjartalíð
1-1: Adeshina Lawal
1-2: Heðin Hansen
NSÍ – B36 0-2 (0-1)
0-1: Hugin Samuelsen
0-2: Karim Saag
Skála – 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: Brian Jakobsen
1-1: Gilli Samuelsen
2-1: Heðin Klakstein
HB – AB 5-0 (0-0)
1-0: Adrian Justinussen
2-0: sjálvmál
3-0: Adrian Justinussen
4-0: Jógvan Rói Davidsen
5-0: sjálvmál
Suðringar – EB/Streymur 3-2 (2-1)
0-1: Oddur Á. Højgaard
1-1: Búi Egilsson
2-1: Salmundur Bech
2-2: Marni Djurhuus
3-2: Ibrahim Arifovic
HB | 9 | 7 | 1 | 1 | 18 | 6 | 22 |
B36 | 9 | 6 | 1 | 2 | 17 | 9 | 19 |
KÍ | 9 | 6 | 1 | 2 | 16 | 8 | 19 |
Víkingur | 9 | 5 | 2 | 2 | 14 | 9 | 17 |
NSÍ | 9 | 5 | 1 | 3 | 15 | 9 | 16 |
Skála | 9 | 3 | 2 | 4 | 7 | 8 | 11 |
EB/Streymur | 9 | 2 | 4 | 3 | 11 | 11 | 10 |
Suðroyingar | 9 | 2 | 1 | 6 | 5 | 14 | 7 |
AB | 9 | 1 | 2 | 6 | 5 | 17 | 5 |
07 Vestur | 9 | 0 | 1 | 8 | 7 | 24 | 1 |
Løgmanssteypið
Fjórðingsfinalur
Mikudagin 9. mai
AB - EB/Streymur
Hósdagin 10. mai
Kristi himmalferðardagur
Víkingur - Suðringar
HB - B71
B36 - Skála
Sunnudagin 13. mai
Betri deildin
KÍ - NSÍ
Víkingur - HB
07 Vestur - Suðringar
B36 - Skála
AB - EB/Streymur