Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar í havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar. Harðasti streymur var og mysing men ørgrynni av fiski. Skjótt drógu allir uppí bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi.
Tá ið tað seinra seksmannafarið “Roysningurin” var komið nakað inn, helt ein av bátunum seg síggja fýramannafarið sigla langt undan teimum, og var leiðin hjá teimum inn á Hælin (sunnast í Hesti.) Vestfalskyrrindi vóru, og teir munnu helst ikki hava torað inn á Kolturssund fyri íðuni, ið væntaðist at vera í tann dagin. Bæði seksmannaførini fóru inn á Kolturssund og komu fram í øllum góðum. Tá ið “Roysningurin” var komin á land, og teir sóu, at fýramannafarið var ikki komið, kom ótti á teir; men lítið var tosað, tí eingin vildi leypa ræðslu á tey, ið avvaraðu. Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin í iva um, at ein vanlukka var hend.
Fóru at leita, komu heldur ikki aftur
Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hælin, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum. Onkur heldur, at teir eru komnir í samband við hin bátin og umkomnir undir bjargingini.
Tá ið hesin seinri báturin heldur ikki kom aftur, var tað onkur, ið eggjaði til at manna ein annan bát og fara at leita eftir teimum; men tá segði ein maður, ið mist hevði son á tí seinna bátinum nei. ”Tí,” segði hann, at ”um ein bátur fór avstað afturat, so kom hann heldur ikki aftur.” Teir fóru so til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.
Morgunin eftir varð farið at leita við báti. Uttanfyri Hvannagjógv fleyt stýrið av fýramannafarinum við stýrisvølinum í. Teir høvdu siglt fyri stýriborðsháls. Tætt við landið innanfyri Sáturnar fleyt ein ár og fótalunnar og tiljur, ið hoyrdu til báðar bátarnar.
Teir fýra, ið umkomust við tí fyrra bátinum, vóru Hans Poulsen í Sakrastovu við eldra soninum, Jóhannes Paula, Jóan Dánjal Danielsen á Nýlendi og Esmar Poulsen.
Teir sjey, ið fóru við tí seinna bátinum, vóru Jóan Jákup Zachariassen, norðan fyri Garð, Sámal Johannesen, norðan fyri Vegg, Jógvan Joensen uppi í Stovu, Antinis Kolbjørnsen í Pállstovu, Jógvan F. Joensen í Kova, Hjalgrim Hentze, ið var slektaður av Sandi og búsitandi í Hesti og Franz Danielsen á Stykki.
Lógu heima
Aftaná henda mannskaðan var ligið heima frá útróðri í fleiri dagar, og fyrsta dagin, ið farið var aftur til útróðrar, gjørdist ódnarveður á suðri, og tá var lítið væntandi, at nakar fór at koma aftur. Hevði ikki skaði verið hendur fyrr, so mundi hann farið og hent henda dagin. Men nú vildi eingin brúka ólíkindi. Her komu teir sær inn undir land undan vestfallinum, tó at teimum tóktu líkindini at vera ikki so hættislig. Henda dagin vóru fá eygu í bygdini turr, so leingi eingin bátur sást koma. Teir høvdu koyrt inn á Koltursnakk og høvdu eina tunga stremban suður við Koltri.
-------------------------------
Ingibjørg misti pápan skaðadagin í Hesti í 1919
Fyri 90 árum síðani hendi ein ræðulig vanlukka í Hesti, sum kostaði meira enn einum tíggjundaparti av fólkatalinum lívið. Eftir einum degi hvurvu tveir bátar við 11 monnum. Eftir sótu foreldur, systkin, einkjur og børn. Vit hava hitt einasta barn, sum tá mistu pápan, og sum enn er á lívi, og vit hava fingið hennara søgu
Sum vit øll vita er okkara søga fylt við syrgiligum ársdøgum fyri tær stóru vanlukkurnar, sum raktu okkara fólk.
Vit hava í ár umrøtt fleiri av teimum rundu og hálvrundu árstølunum fyri hesum hendingum. Hetta er gjørt út frá tí, at tíðin gongur skjótt, og skal søgan fáast frá teimum, sum sótu eftir, er einki at bíða við.
Í ár eru 75 ár síðani, at Neptun og Nólsoy gingu burtur við 43 monnum. Tað eru nokk so nógv fólk, sum minnast hesar tilburðir, og tí eru teir hampiliga væl varðveittir. Tí hava vit eisini kunnað skrivað ein stóran part av hesi søgu niður, sum vit hava havt í Miðvikuni í summar.
Í ár eru eisini 85 ár síðani, at Generel Gordon og Anna gingu burtur. Her eru sjálvsagt færri avvarðandi eftir, men so heppið var tað, at tað er eydnast at fáa hesar tilburðir hampuliga væl lýstar, eisini av fólki, sum mintust hetta. Tað hevur eisini víst seg, at serliga tey avvarðandi eru fegin um, at henda søgan verður varðveitt á prenti.
Verður farið longur aftur í tíðini, so er tað í ár 90 ár síðan tann ”stóra skaðadagin” í Hesti. Og so heppið er tað eisini í hesum føri, at enn er eitt av børnunum, sum misti pápan tá, á lívi og kann greiða væl frá umstøðunum hjá teimum, sum sótu eftir.
Hetta er tann 94 ára gamla Ingibjørg Hansen, ættað úr Hesti, sum vit hava hitt á sambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu, har hon býr nú.
Nógvir skaðar í Hesti
Fyrst skal takast eitt sindur aftur í søguna um vanlukkur í Hesti. Hesa greiðir Jóan Christian Poulsen frá í síni Hestsøgu. Hestmenn hava altíð søkt bjørgini, og nógvar frásagnir eru um menn, sum eru dotnir oman í bjørgunum.
Tað vóru eisini nógvar hendingar, tá ið menn fórust á báti. Men í 1912 hendir tann vanlukkan, at sluppin Olivia hjá Pola í Dali gongur burtur undir Íslandi og allir fórust. Tá vóru fýra mans úr Hesti við.
Teir vóru Petur á Kletti við tí eldra soninum Petur Jákup, Anton Danielsen á Nýlendi og Martin norðan fyri Garð.
Anton var pápabeiggi Ingibjørg. Kona hansara æt Hanna. Tey áttu ein son Jens Kristian, sum var abbi Høgna Hoydal. Hann var pápi mammu hansara Gunnvør Hoydal.
Árið fyri í 1911 fór Jógvan Danielsen úr Andrassstovu fyri borð av skipi á Havnarvág og druknaði.
Í 1919 er tað, at stóri skaðadagurin kostaði 11 monnum lívið. Hetta merkir, at árini 1911-1919 misti Hestur 16 mans í bestu árum. Tað ber illa til at ímynda sær, hvør vanlukka, tað hevur verið fyri bygdina. Umframt saknin og sorgina var hetta meira enn helvtin av arbeiðsføra mannfólkinum í bygdini.
Seinni fórust fleiri mans á sjónum, og hetta gav íblásturin til Johan Niclassen at fáa ein svimjihyl í Hesti, so menn í hvussu er skuldu duga at svimja, um illa vildi til.
Men hetta er eisini enn ein søga um, at fólkið kláraði at fóta sær, hóast slík bakkøst, og her var tað aftur kvinnurnar, sum vóru hetjurnar.
Ingibjørg greiðir frá
Ingibjørg minnist væl til og dugur væl at greiða frá eisini viðurskiftum undan hennara tíð og greiðir hon frá:
Mamma kallaðist Marianna f. Joensen. Hon átti trý systkin: Johanna Maria, kallað Mia, var ógift og búði hjá ommu. Amalia, kallað Malla, giftist til Havnar við Nikláa Skála, mest kendur sum fergumaður saman við beiggja sínum Tom. Thomasia doyði 15 ára gomul av menigitis, og so var tað Jógvan, sum var ógiftur og búði í Hesti.
Pápi var Dánjal Danielsen. Beiggjarnir hjá honum vóru Anton, sum gekk burtur við Oliviu, og Jens, sum fall í bakkanum í 1894, bert 18-19 ára gamal. Teir vóru fimm mans, sum fóru út um oynna at draga lunda, og tað leyp oman yvir teir. Umframt Jens umkomst eisini Jóhannis í Nýggjustovu.
Hestur var framkomin bygd
Tað var nokk so framkomið í Hesti, tá hugsað verður um støddina á bygdini, og hvussu avskorin hon var við nútíðar eygum. Telefon komu longu út í Hest í 1906, sama ár sum fyrsta telefonin í Føroyum. Tá varð vatn eisini innlagt í húsini. Hetta hevur bert verið fá ár aftaná Havnina, sum fekk vatn í 1898. Men tað, sum er eins áhugavert, er, at opnu køstarnir longu áðrenn eg minnist vóru avtiknir. Eg minnist ongan opnan køst, meðan tað framvegis vóru opnir køstar, táið eg kom til Gøtu í 1946.
Komandi summar eru 100 ár síðan kirkja kom í Hesti. Pápi og mamma vóru fyrsta brúðarparið, sum varð gift í kirkjuni, og tað var 20. november 1911. Men kirkjugarðurin kom í 1901. Áðrenn tað vórðu líkini førd til Kirkjubøar at verða jarðað.
Pør giftust gjarna í Kirkjubø ella í Havn.
Prestur kom javnan út í Hest. Annars var deknur, sum tað framvegis er.
Tann seinasta vanlukkan í bjørgunum undan míni tíð var í 1905, tá ið feðgarnir Oluf og Zacharias Zachariassen duttu oman.
Men skaðadagin í 1919, tá ið eg misti pápa mín, havi eg eina hóming um. Eg gekk á fjórða ári tá. Eg fylti fýra ár í september, sum vanlukkan hendi í apríl. Pápi fórst við tí fyrra bátinum, sum hvarv.
Eg minnist, at tað kendist, sum um tað var nakað, sum var undarligt. Mamma situr undir mær um morgunin. Omma kemur inn, og nú sigur mamma: ”Eru teir komnir?” ”Nei,” sigur hon, ”mamman hevur heldur ongan fingið aftur.” Tá var mammubeiggi, Jógvan Joensen í Kova, sum var 33 ár, farin við tí seinna bátinum, sum var farin at leita enn tí horvna fýramannafarinum. Omma hevði tá mist sín einasta son við seinna bátinum. Mamma visti tá ikki, at hesin báturin eisini var farin. Tá hevði eg mist pápa og mammubeiggja.
Dimma greiðir frá
Um hesa hending skrivar Dimmalætting:
Hvorledes Ulykken er foregaaet, er der naturligvis umuligt at sige med bestemthed, men Sandsynligheden taler for, at Ottemandsfareren er forulykket ved at ro paa et af de farlige Undervandsskær ud for ”Hælin”. Man har sandsynligvis næret haab om, at Besætningen af Firemandsfareren kunde have reddet sig i land her og er af den Grund i den mørke Nat kommet saa nær Land, at Ulykken er sket. Under Bestræbelserne for muligvis at redde de andre, har Ottemandsfarerens Besætning ikke tænkt saa meget paa sin egen Sikkerhed.
For de i Hestø Bygd længselsfuldt ventende Hustruer, Børn og Forældre blev det en frygtelig Nat i Spænding og Uvished, men da det saa endelig blev klart, at alt Haab var ude, kendte Sorgen og Trøsteløsheden ingen Grænser. Omtrent halvdelen af Byens Mænd revet bort paa en eneste Nat! Sjældent er en færøsk Bygd bleven ramt saa haardt af Skæbenens tunge Haand. For Bygden Hestø med sine ca. 80 Indbyggere føles denne sørgelige Ulykke som et uudsigeligt tab, der vil sætte sit Præg paa Bygden for lange Tider.
Dimmalætting skrivar 8-mannafør. Tað er rætta er 6-mannafør.
Teir sum fórust
Tað vóru jú tvær manningar sum fórust. Her skal fyrst verða greitt eitt sindur frá teimum, sum vóru í fyrra bátinum.
Esmar Poulsen f. 1873, var ættaður úr Kollafirði, men vaks upp á Bakka úti í Hesti.
Hann fór ungur til skips við Jens í Dali og eisini við Pola í Dali. Hann førdi skip hjá Pola, og eisini skip, sum teir áttu í felag. Honum gekk væl at fáa fisk. 1907 var nokk seinasta árið, hann var burtur. Aftaná tað hevði hann handil og róði út.
Esmar var giftur við Elisabeth Helenu f. Jacobsen f. 1867 av Selatrað. Hon hevði verið á Føroya Læraskúla í 1887, sum var fyrsta árið, kvinnur fingu læraraprógv.
Hon var lærarinna í Hesti frá 1897-1900, sama ár sum tey giftust í Kirkjubø. Tey áttu eingi børn.
Elisabeth Helena doyði tíðliga í tíðini av tuberklum. Hetta var vist í 1916. Tey bæði vóru limir í teirri lítlu brøðrasamkomuni, sum var í Hesti um hesa tíðina, men sum seinni fánaði burtur aftur.
Eg minnist, at teir í Brøðrasamkomuni komu út í Hest at halda gatumøti. Hetta man hava verið menn úr Havn. Helst hevur Andrew Sloan verið ein teirra.
Formaðurin á bátinum var systkinabarn pápa. Hann fór sjálvur annar, sonurin fór eisini. Teir vóru Hans Poulsen í Sakrastovu, sum var 46 ár og eldri sonurin Johannes Pauli, sum var 17 ár. Har vóru einkja, Maria, og trý børn eftir, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul.
So nakað um teir á seinni bátinum. Jóan Jakku Zachariassen, 37 ár, var giftur við Sissal, dóttir Trónda á Trøð í Skálavík, og tey átti ein drong, Martin, sum var 4 ára gamal. Hon flutti úr Hesti aftur og setti seg niður í Skopun.
Sum tann konan Malena, kona Zacharias, gekk nógv ígjøgnum. Hon misti mannin og sonin í Bakkanum í 1905.
Hon missir aftur ein son við Oliviu. Nú misti hon aftur ein son, Jóan Jakku, í 1919. Hon misti tískil mann og tríggjar synir í vanlukkum.
Jógvan Joensen uppi í Stovu, var 53 ár. Hann passaði eisini vitan í Hesti. Herdis og trý børn sótu eftir hann. Tey vóru 18, 13 og 8 ár.
Sonurin Johannes Martin giftist við Sannu av Velbastað, dóttir Theu Malenu og Óla Olsen. Hon var sjálv bert 9 ára gomul, tá ið hon misti mammuna. Sanna var eitt álitisfólk og skilafólk. Hjá henni helt prestur til, tá hann kom út í Hest. Sanna gjørdist 94 ára gomul.
Her fylgdi eisini óeydnan. Abbasonur Jógvan, Jógvan Joensen, sonur Sannu, datt oman í Hesti og doyði fyri nøkrum árum síðani.
Hjalgrim Hentze, keypmaður, var 33 ár. Hann var giftur við Charlottu, dóttir Zacharis Zachariassen, sum datt oman í 1905. Hjalgrim og Charlotta átti eina gentu, Marta, sum var eitt ár eldri enn eg, og ein drong Hjalgrim, sum var hálvtannað ár. Hann fekk navnið hjá pápanum eftir, at hann var deyður. Hjalgrim giftist við Nancy, dóttir Wensil Petersen, og hann gjørdist eisini leiðari í hesi fyritøku.
Her er eisini tann serliga søgan, at Hjalgrim bjóðaði sær at fara við bátinum fyri systirsonin Hans Poulsen, sum annars skuldi við. Hans var bert 18 ár. Hann var komin í bátin, og Hjalgrim segði við hann: ”Far tú upp aftur og lat meg fara við.” Kanska hevur Hjalgrim hildið tað vera ov strævið fyri henda unga dreingin at fara avstað aftur.
Frants Danielsen var 19 ára gamal. Hann var sonur Onnu Sofíu og Hans Danielsen. Har vóru fleiri onnur systkin.
Ein annar ungur drongur fórst eisini. Hetta var Sámal, sonur Klæmint Johannesen norðan fyri Vegg. Hann var 17 ár. Har vóru fleiri systkin. Sámal var mammubeiggi Jens Paula Heinesen.
Antines Kolbjørnsen var giftur við eini einkja, Kristinu. Hon hevði verið gift við Johannes, beiggja Jóan Kristian Poulsen, hann doyði av tuberklum. Hon átti tvey børn, Hans og Fridu, við honum. Hon var tá fyri kortum gift aftur við Antines, so nú misti hon seinna mannin eisini, meðan Hans, sonurin, varð bjargaður av mammubeiggjanum.
Kristina átti eina aðra systir, sum misti mannin. Hon æt Herdis og var gift við Jógvan uppi í Stovu. Hjalgrim Hentze var beiggi teirra. Tey vóru trý systkin, sum settu seg niður í Hesti. Tey vóru slektað av Sandi.
Eingin av einkjunum giftist aftur.
Tað hava búð upp til 120 fólk í bygdini. Vanliga varð fólkatalið tó ikki meira enn 100. Men við slíkum mannfalli kundi tað bert ganga niður á bakka.
Lívið broyttist
Tað bleiv ikki nógv tosað um vanlukkuna, heldur ikki millum børnini. Hetta var tað vanliga tá í tíðina, meðan tað í dag verður viðurkent, at tað umræður at tosa mest møguligt um slíkar sorgartilburðir fyri at linna sorgina. Sum vanligt var tá, fór mamma í svørt klæði eins og hinar einkjurnar í bygdini.
Lívið broyttist sjálvsagt í bygdini. Umframt sorgina og saknin vóru jú so nógv færri menn til tað arbeiði, sum vanliga varð gjørt av monnunum. Tað komu altíð nógv fólk út í Hest at ferðast, og tað var serliga nógva aftaná hesa vanlukkuna.
Hestur hevði altíð verið ein Grækarismessubygd, men nú varð ikki dansað aftur í fleiri ár.
Tað var einki lønarbeiði í Hesti. Teir menn, sum livdu eftir, hildu á at rógva út. Tað hendi seg eisini meira enn so, at vit fingu fisk, tá ið teir komu aftur at landi.
Vit høvdu fýra gyllin í jørð. Kúgv var, men hon bleiv dripin árið eftir, at pápi doyði. Abbi stóð fyri jørðini, og nú máttu jørðin skiftast til Jens Kristian, son Anton pápabeiggja. Tað vóru níggju gyllin, men býtið varð, at Jens Kristian fekk fimm gyllin, og vit fingu fýra.
Men vit kundu ikki føða eina kúgv við hesi jørðini. Eingin var heldur at sláa, sum var eitt mannfólkaarbeiði.
Omma hevði tó kúgv. Tey áttu eitt gerði, sum mammubeiggji hevði dyrkað. Annars áttu tey ikki jørð.
Kúgvin kom so út í kjallaran hjá okkum at standa. Fjósið hjá teimum var ikki so gott, og vit høvdu eini so góð hús.
Soleiðis fingu vit mjólk. Mamma átti eina ógifta systir. Tær vóru felags um kúnna og skiftust tær um at mjólka. Tað hendi seg eisini meira enn so,at onkur bar okkum ein dropa, tá kúgvin var slept.
Tá plagdi eg eisini at ganga til neyta. Hetta var eisini uppi á oynni. Tað var sera bratt og tungt at ganga niðan.
Hvørt hús fekk loyvi til at hava eina kenningaær. Hana plagdi mamma at fóðra inni við hoyggi frá hesum fýra gyllin, sum vit áttu.
Vit systrarnar plagdu at hjálpa til, tá vit vóru so frægar.
Høvdu líkverju klára
Abbi og omma, foreldrini hjá pápa, búðu inni hjá okkum. Mamma mátti so taka við ábyrgdini, sum pápi annars hevði havt. Abbi doyði árið eftir. Mamma mátti tá eisini hugsa um at fáa hann í jørðina. Hon átti altíð eitt stykki av hvítum toy til at taka til sum líkverju. Hetta plagdu fólk yvirhøvur at liggja inni við.
So var tað at fáa viðin til kistu, og tað mátti mamma so eisini syrgja fyri. Kistur vóru smíðaðar í oynni. Mamma mátti eisini fáa onkran at hjálpa sær við at smíða eina kistu.
Afturat hesum kom, at omma bleiv í ørviti aftaná skaðadagin. Øllum hon møtti í bygdini eftir hetta spurdi hon: ”Hava tit sæð teir? Hava tit hoyrt nakað frá teimum?”
Men skjótt legðist hon í seingina og gjørdist røktarsjúklingur við øllum tí stríði hetta hevði við sær.
Omma lá nøkur ár í seingini á hendan hátt. Eg havi vist verið út móti skúlaaldri, tá ið hon doyði. Tað hevur tí verið so tungt hjá mammu at fara gjøgnum hetta umframt missin av manninum.
Mamma segði altíð, at tað var gott, at hon átti eini deilig hús, sum vóru skuldarfrí. Hon fekk onga fíggjarliga hjálp av nøkrum slag. Trygging var eingin, og hon slapp ikki so mikið sum undan at rinda jarðarskatt fyri tað sindri av jørð, sum var í húsinum.
Pápi var 43 ár, tá ið hann doyði, og mamma var nakað yngri. Mamma varð stundum spurd, um hon ikki fór til Havnar at búgva. Har kundi tað kanska verið lættari at klára seg. ”Men hvat skuldi eg gera í Havn?” Nei, hon skuldi ongan veg.
Konufólkið
kastaði nót
Hestur var eitt gott seiðapláss Tá ið tey kastaðu nót, vóru konufólkini altíð uppi í á landi at draga nótina. Og vit børn um skúlaaldur, vit hjálptu eisini til uppá okkara máta og fingu seiðin niðan frá.
Vit høvdu eitt so gott og stórt loft. Táið nótin hevði verið brúkt, varð hon vaskað og turkað. Hon varð hongd á stakittir rundan um kirkjuna. Tá hon var turr, varð hon borin út á loftið hjá okkum uppi undir vaðingina. Loftið var stórt, og har var bert eitt kamar. Vit fingu ein nótapart fyri at goyma nótina. Tað var eitt kvett. Mamma dugdi so væl at fáa burtur úr. Hon gjørdi knettir og frikadellur, so leingi tað bar til, og seiðurin var nóg feskur. Seiður var eisini hongdur upp ella saltaður. Mamma flakti eisini seiðin, og hann var saltaður. Livurin var eisini brúkt. Seiðurin kundi vera kókaður í livur ella eisini steiktur í livur. Áðrenn mína tíð bræddu tey eisini livur í Hesti.
Mamma dugdi eisini so væl við mati. Hon hevði eisini verið burtur, tá ið hon var ung, og hon hevði tænt í Havn.
Millum húsini, har hon tænti var hjá Amaliu og Grønlands Johan. Hetta var í hvussu er eitt av teimum ”fínu” húsunum í Havn. Johan hevði verið kolonibestýrari í Grønlandi. Hon var dóttir gamla sýslumannin Müller, og hon hevði privatskúla í nógv ár, eftir at tey vóru komin heim aftur.
Eisini hevði mamma tænt hjá Conrad Nicolajsen, kendur sum postførari, og sum tann, ið legði navn til Konradsbrekku, núverandi Grím Kambansgøtu.
Mamma hevði altíð góðan mat. Nakrar hønur hevði hon eisini, so tað fekst altíð eitt sindur av eggum.
Hon steikti eisini grindabúffar, sum tað kallast í dag. Tað var ikki vanligt tá.
Tá so grind var, fingu vit grindapartar. Tað kundi vera, tá grind var i Havn ella í Vágum. Matthias Thomsen, sum var slektaður úr Vágunum og gifti seg til garð í Hesti var grindaformaður. Tá ið grind var í Sandoy, vóru hestmenn sjálvandi við. Tá áttu fólk í Hesti eisini heimapart.
Mamma dugdi eisini so sera væl til hendurnar. Hon kundi seyma, og hon kundi veva. Var onkur, sum bað hana um at veva sær til einar buksur ella at seyma sær ein skjúrtu, so gjørdi hon tað. Mamma bant og spann eisini.
Torv
Nógv gekk út uppá gerðabýti. Onnur gjørdu okkum beinar afturfyri tað, sum vit gjørdu fyri tey. Tað var tað sama, tá torv skuldi skerast. Onkur bjóðaði sær til at skera torv hjá okkum. So gjørdi mamma okkurt fyri tey afturfyri sum at seyma. Onkur velti okkum eina lítla veltu, so vit høvdu nokk av eplum. Men alt hetta máttu hon skipa fyri einsamøll.
Eg havi ofta hugsað um tað. Vit sum børn høvdu tað gott, men hjá mammu at vera forsyrgjari var strævið.
Ongantíð minnist eg hana klaga. Eg minnist, at eg plagdi at hoyra hana fara upp um morgnarnar. Hon skavaðist í køkinum at kyka og slíkt.
Torvið var heilt uppi á oynni. Hvørt hús hevði sínar torvheiðar. Sjálv mátti mamma bera torvið til hús.
Eg kann minnast sum barn, at hon fór nokk so tíðliga um morgnarnar niðan á oynna, áðrenn tað var blivið ordiliga ljóst. Eg minnist eisini, tá eg havi verið eini fimm ár og systir mín sjey ár, at hon beindi svávulpinnar og knívar burtur og bant vindeyguni, hvørja ferð hon fór avstað.
Vit gjørdu vist einki býtt, men hetta gjørdi hon fyri at vera púra sikkur. Serliga út móti heystinum kundi hon vera tríggjar ferðir um dagin uppi á oynni. Hvør túrur tók út ímóti trimum tímum. Tað kundi fara allur dagurin.
Millum torvferðirnar royndi hon at fáa ketilin kókaðan, og meðan hon bíðaði sat hon altíð og las í bíbliuni, og so sang hon fyri seg sjálvan. Hesar sangir dugdi eg uttanat, tá ið eg varð konfirmerað.
Tey vóru so føst í Harranum. Tað var tann troystin tey høvdu.
Tá mamma var í torvi vóru vit vanliga saman við øðrum børnum. Hon setti okkum altíð ein bita, so vit kundu fáa okkum, meðan hon var burtur.
Ein uppgáva hjá mammu var eisini at skiftast við hini bygdafólkini um at leggja torv í ovnin í skúlanum og leggja so nógv torv har, at tað var heitt fyri dagin.
Eisini skuldi skúlin vaskast tríggjar dagar um vikuna, og tað var á sama hátt.
Tað vóru eini 25 hús í Hesti.
Tað var ein sovorðin missur í Hesti tá, tað var øgiligt. Tó rýmdi eingin úr Hesti, men nú umstøðurnar eru so góðar, nú rýma øll.
Dreymar
Som ofta er við slíkum vanlukkum, varð eisini her sagt frá nógvum dreymum, sum kundu fatast sum eitt varsil.
Oddmar, sonur tann umrødda Hans Poulsen, greiðir serliga frá einum dreymi, sum nógv var tosað um.
Ein dagin fólk var savnað inni í skómakaraverkstaðnum hjá Hans Jacob Niclasen, kemur Esmar inn.
Hann fortaldi frá einum dreymi, hann hevði havt. Hann hevði sæð ein mann uppi á Snið, sum er gøtan niðan á oynna. Hann hevði sagt nakað soleiðis: ”Tað skal ikki vera leingi til tað, sum vendir upp á Hestoynni, skal venda niður.”
Tann fyrri báturin sum gekk burtur, kallaðist júst Hestoyggin. Bátsformaðurin Hans í Sakrastovu gjørdist líkbleikur, og slapp sær út.
Tað var heldur ikki hann, sum gav útróðrarboð feigdardagin. Tað vóru eisini frásagnir um dreymar aftaná skaðadagin. Mamma tosaði tó ongantíð um slíkt, so hetta havi eg ikki hoyrt.
Komandi partur
Í seinna partinum greiðir Ingibjørg millum annað frá fólkafundinum í Hesti í 1934