98 prosent svaraðu ja

Foreldrini í Sankta Frans Skúla vilja hava framhaldsdeild á skúlanum. Tað vísir ein spurnarkanning, sum skúlastýrið á Sankta Frans Skúla hevur gjørt millum foreldrini á skúlanum.

 

Foreldur at 70 prosent av næmingunum svaraðu í spurnarkanningini, sum sigst vera óvanliga høg luttøka í slíkum kanningum. Og úrslitið er eingin ivi um. 98 prosent av foreldrunum svaraðu, at tey ynsktu eina framhaldsdeild á skúlanum, meðan 2 prosent svaraðu noktandi.

 

- Úrslitið kann ikki tulkast øðrvísi enn, at tey allar flestu ynskja, at børn teirra sleppa at halda fram í Sankta Frans skúla – skjótt einasta fólkaskúla í miðbýnum. Vit í skúlastýrinum fara sjálvsagt at gera okkara til, at hetta ynski foreldranna – og læraranna – verður veruleiki. So er bert eftir at vóna, at politiskur vilji er til tess, skrivar Katrin Dagbjartsdóttir vegna Skúlastýrið.

 

Hetta ynski er heilt í tráð við ynski hjá leiðslu skúlans og skúlastýrinum, sum seinastu árini hava søkt kommununa um at fáa framhaldsdeild. Í 2014 sendi núverandi skúlastýri kommununi eina umsókn um at hava 8. og 9. flokk á skúlanum, og býráðspolitikkarar hava verið á skúlanum og hugd eftir umstøðunum.