Aðalorðaskifti um mentanarálitið

Í dag verður aðalorðaskifti á tingi um mentanarálitið, Mentan og menning, sum varð almannakunngjørt og lagt fyri tingið seinasta týsdag.

MENTANARÁLITIÐ
Tað er misjavnt, hvussu álitið er móttikið. Listafólk og listarliga umhvørvið hava sum heild tikið ógvuliga væl ímóti tí, hava fegnast um, at tað loksins er komið og at nú eru vónir um, at listafólk fáa betri virkiskor. Samd hava flest øll verið um, at álitið kemur dekan ov seint í hesum valskeiðnum. Eisini Signar á Brúnni, sum var hann, ið setti arbeiðið við álitinum í gongd í Mentamálastýrinum fyri fýra árum síðani, harmast um, at álitið kemur so seint. Umboð fyri Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin siga seg vilja viðgera álitið positivt. Einastu veruligu fyrivarnini koma frá Miðflokkinum og Fólkaflokkinum. Í útvarpinum seinasta mikudag segði Jenis á Rana, at hann als ikki kann taka undir við álitinum, og Jógvan á Lakjuni metti, at talan er um ógvuliga stóra peningaupphædd. Hann setti spurnartekin við, hvussu pengarnir verða býttir út og hvat rindað mentan í grundini er fyri nakað.

Álitið
Í høvuðsheitum byggir mentanarpolitikkurin, sum skotin verður upp í álitinum, á tveir aðalhyrnissteinar, nevniliga ein umskipaðan Mentunargrunn Landsins og á uppskot um at skipa listaøkið við listaráðum. Mentunargrunnurin skal vera flaggskipað, tá ið umræður útinnandi list, men hann skal umskipast til ein lista-, mentanar-, og filmsgrunn, og játtanin til grunnin skal økjast munandi. Sambært álitinum skal hann ráða yvir 9 mió. krónum í 2006.
Umframt verður skotið upp at lata pengarnar, sum Mentamálastýrið veitir ymsum endamálum, til mentanarlívið gjøgnum løgtingslóg um stuðul til list og listarligt virksemi. Skipast skulu listaráð umboðandi allar listagreinirnar við tí endamáli, at listagreinirnar verða mentar. Eitt mentanarráð, har fólk, ið umboða ymsu ráðini, skal eisini setast.
Listafólkasamband Føroya fær eisini høga raðfesting í álitinum. Tað skal styrkjast munandi, eisini við hægri játtan, og skrivstovan hjá felagnum skal gerast til eina tænastu og ráðgevingarmiðstøð hjá føroyskum listafólkum.
Álitið leggur eisini upp til størri samvinnu millum mentan og vinnulív, og á eitt økt samstarv millum listaøkið, kommunur og lokalsamfeløg.
Mentan og menning røkkur bert um tann partin av mentanarpolitikkinum, ið snýr seg um skapandi og útinnandi list. Tískil er ætlanin, at fylgt verður upp við menningarætlanum fyri aðrar partar av mentanarpolitikkinum, eitt nú varðveiting av mentanararvinum, ítróttini, mentanartiltøk fyri børn og ung, og annað.
Verða tilmælini og uppskotini í nýggja mentunarálitinum, Mentan og menning, framd í verki, verða umleið 24 mió. krónur á hvørjum ári settar av til skapandi mentan í Føroyum um fimm ár.