Ellisakfarið hesaferð: Chrysler Imperial Crown frá 1959

Oliver Andreasen á Argjum eigur ein flottan gamlan bil, sum hevur sín uppruna frá 50-unum – ein ektaðan amerikanara

Eitt ordans dollargrin, stórt slagskip ella ordiligur ben-sin-slúk-ari eru nøkur av kelinøvnunum hjá megastóru am-er-ikansku bilunum frá 50- og 60-unum. Oliver Andreasen á Argj-um eigur ein slíkan bil. Talan er um ein Chrysler Im-pe-r-i-al  Crown frá 1959.

 

Bilurin er keyptur úr Svøríki í 2010. Oliver fann hann á net-i-num og setti seg í samband við eigaran í Uppsala í Svør-íki. Bilurin varð síðan fluttur heim við Samskip.

 

Bilurin koyrdi 40 ár í USA og 10 ár í Svøríki, áðrenn hann stóð í túninum á Argjum. Oliver hevur gjørt nógv við bilin, sum er í sera góðum standi. Hann er maskinmeistari og hev-ur t.d. sjálvur yvirhálað motorin og nógv annað á bilinum.

 

Chrysler Imperial  Crown var stóri luksusbilurin hjá Chrysler, sum tá í tíðini kappaðist við Cadillac hjá General Mot-ors og Lincoln Continental hjá Ford.

 

Bilurin er megastórur, næstan 6 metrar langur og yvir tveir metr-ar breiður. Motorurin er ein 7.0 litra V8 við 350 hk.

 

Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d. servostýring, el-síð-u-r-út-um, el-stilling av setrunum allar vegir, automatiska nið-ur-blending av langljósunum. Hann hevur onga girstong, bert knøtt-ar á instrumentborðinum til aktivering av automatiska gir-kass-a-num.

 

Einans 613 bilar vórðu gjørdir av akkurát hesari útgávuni, so tal-an er um ein rættuliga sjaldsaman bil. Bilurin er fram-leidd-ur av Chrysler Corporation í USA. Til Chrysler kon-sernina hoyrdu bilmerkir sum t.d. Plymouth og Dodge.

 

Oliver hevur stóran áhuga fyri bilum, serliga gomlum bil-um. Mín áhugi fyri bilum stavar frá barnsbeini av. Sum smá-dreing-ir flest helt eg meg framat, tá bilar vóru á skránni. Mín áhugi fyri motorum og maskinaríi stuðlaði sjálvandi und-ir áhugan.

 

Haldi at eg havi tímað serliga væl at baksa við bilar. Átti eina-ferð ein Ci-t-r-oën CX – eg haldi at á-hug-in fyri bilum av tí gamla slag-num kveiktiskt tá. Eg havi átt nógv-ar bilar mill-um ár og dag.

 

Oliver hevur átt ein silvurgráan Rolls Royce Silver Sha-d-ow frá 1970, sum sonurin Kristian hevur yvirtikið. Í nøkur ár átti hann ein Citroën DS21 Pallas frá 1972. Tann bilin keypti hann úr Fraklandi í 2005, men hann er seldur av land-i-num aftur.

 

Sum siglandi maskimeistari eri eg burtur í fleiri mánaðir, so gott er at hava Brunnin hjá Føroya Ellisakførum undir Grá-a-steini at seta bilin inn í. Tá eg eri heima, eru bilarnir onk-un-tíð at síggja í Havnargøtum og saman við øðrum lim-um í Før-oy-a Elliskaførum, dámar mær væl at koyra túrar runt land-ið. Tað er ikki sørt, at onkur vendir sær tá gomlu bil-ar-nir síggj-ast í lands-lagnum, sigur  Oliver Andreasen sum eis-ini er formaður í Føroya Ellisakførum.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

 

1.023 bilar í Føroyum í 1960

 

Um tað mundið, tá dagsins bilur sá dagsins ljós á fyrsta sinni í USA í 1959, vóru um 1.000 bilar í Føroyum. Í dag eru akførini 41 ferðir so nógv í Føroyum. Hagtøl frá Akstovuni frá 1960 vísa, at tá vóru 111 persónbilar í Føroyum. Hýruvognarnir vóru tá fleiri í tali enn persónbilarnir. Tá vóru 208 hýruvognar, 450 vøru- og lastvognar, 15 bussar, 2 sjúkravognar og ein brandvognur. Motorsúkklurnar vóru 236 í tali.

 

Nú eru 42.068 akfrø skrásett í Føroyum

 

Síðani 1960 er talið av skrásettum akførum í Føroyum 41-faldað. Tað merkir, at tað í dag eru 41 ferðir so nógv akfør skrásett í Føroyum, sum tað vóru við ársbyrjan í 1960. Tað vísa hagtøl, vit hava fingið frá Akstovuni. Størsta talið er persónbilar, sum eru 27.731 í tali. Næststørsti bólkur er vørubilar, sum eru 4.843 í tali. Sum tað sæst í stubbanum høgrumegin, so var bara ein brandbilur skrásettur í 1960, sum helst er gamli Bedford Brandbilurin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið. Nú eru brandbilarnir 33 í tali.

 

 

 

Akfør í Føroyum í 1970

 

Bussar....................................................55

 

Hýruvognar......................................399

 

Aðrir persónsvognar..................2.191

 

Vøru- og lastvognar.....................618

 

Motorsúkklur..................................366

 

Brandvognar........................................6

 

Sjúkravognar........................................4

 

Olivar Andreasen við Chrysler Imperial Crown – bilinum, sum hann keypti úr Svøríki fyri 15 árum síðani. Tá hevði hann koyrt í 40 ár í USA og 10 ár í Svøríki – og nú í 15 ár í Føroyum

Dodge Coronet hjá Ólavi Gregersen í Syðrugøtu. Bilin keypti hann frá Berg Motors í 1970. Bilmerkini Plymouth og Dodge hoyrdu til Chrysler-konsernina.

Bilurin er ein amerikanskur Plymouth Fury hjá Egil Jo­en­sen, sum koyrdi á bilstøðini Auto í Havn. Mynd­in er tikin við Keypsamtøkuna í miðbýnum í Havn um­leið 1960. Hesin Plymouth Fury stationcar frá 1960 var ein 7-per­són­a­bil­ur við setrum á aftastu rekkju, sum vendu aft­ur­eft­ir. Mynd: Chr. Holm Jacobsen myndasavn

Plymouth Fury frá 1960 hjá Egil Joensen í Havn, sum koyrdi á bilstøðini Auto. Tað komu tríggir Plymouth Fury til landið í 1960 við V8 motori og 240 hk. Plymouth Fury vórðu framleiddir í ymiskum útgávum av Chrysler Corporation í USA. Tað var bilasølan Norrøna v.Petur Háberg og Jens Christian Christiansen (Kissa), sum umboðaði Plymouth í Føroyum. Rósing Rasmussen í Runavík var umboð hjá bilasøluni Norrønu í Eysturoy.

Cadillac Eldorado 1954 hjá Hans Elmari Poulsen í Vatns­oyr­um. Myndin er frá flaggdegnum 2005. Gentan við bil­in er Bjørg Johannesen.

Bilurin er ein Studebaker Lark stationcar hjá Mogens Wraae, sum tá búði á Eiði. Bilin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar. Bilurin er útgjørdur til rutukoyring við viðførisstativi á takinum, har eykahjólið eisini hevði sítt pláss. Mynd: Mogens Wraae