Á fimta sinni vera føroyingar steypavinnarar í Íslandi

Liðið hjá Jóan Sìmuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen, KA spælir steypafinalu móti liðnum hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík

Seinnapartin í morgin klokkan 17 spæla tvey føroyingalið í Íslandi steypafinalu á tjóðarleikvøllinum, Laugardalsvøllinum.

 

Tað verður liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Pæturi J. Petersen, KA sum spælir steypafinalu móti liðnum hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík.

 

Tað verður fimti ferð - óannsæð um tað verður Jóan Símun og Pætur, ella Gunnar - at føroyingar vinna íslendsku steypafinaluna.

 

Uni Arge breyt ísin í 2000, tá hann sum tann fyrsti føroyingurin vann eina steypakapping uttan fyri Føroyar. Hetta gjørdi Uni saman við liði sínum, Akranesi, sum í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í árinum 2000 vann 2-1 á ÍBV. Í 1998 taptu Uni Arge og Jens Martin Knudsen íslendsku steypafinaluna við Leiftri ímóti júst ÍBV. Uni skoraði ikki í finaluni í 2000, men hann skoraði í hálvfinaluni ímóti FH. 

 

##med2##

 

Í 2003 gjørdist Julian Johnsson annar føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Í steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í 2003 vann Julian saman við liði sínum, Akranesi 1-0 á FH.

 

##med3##

 

Í 2006 gjørdist Símun Samuelsen triði føroyingurin, sum vann íslendsku steypakappingina. Saman við liðfeløgunum í Keflavík vann Símun á Laugardalsvøllinum íslendsku steypakappingina við einum 2-0 finalusigri á KR. Í steypafinaluni hevði Símun gyltan møguleika at skora til 3-0, men tók ikki av. 

 

##med4##

 

Fjórðu ferð føroyingar vunnu íslendsku steypakappingina var í 2017, tá ÍBV við Jónasi Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum vann 1-0 á FH, ið hevði Gunnar Nielsen í málinum. Gunnar Heiðar Þorvaldsson skoraði sigursmálið til 1-0 í 37. minutti. Kaj Leo í Bartalsstovu legði upp til málið, og í teimum seinastu minuttunum var tað bara ein rimmar bjarging hjá Gunnari Nielsen í FH-málinum, ið forðaði Kaj Leo at økja til 2-0. 

 

##med5##