Á ólavsøku visti eg at vit høvdu gjørt rætt

- Óvissan um at flyta heim við mínari lítlu familju gjørdi seg galdandi. Skuldi eg vera verandi her, ella skuldi eg flyta niður aftur av nýggjum. Hetta broyttist á ólavsøku í 2022

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

- Ja, tað fari eg, sigur Helena F. Jørmundsson. 

Hvussu heldur tú ólavsøku? 

- Ólavsøkan verður hildin saman við makanum, okkara børnum, familju og vinfólki. Dagurin byrjar við at stákast við einum løttum bita at bjóða teimum, sum koma á gátt. 

Hon heldur, at ein afturvendandi og heldur ófrættakendur táttur er hesar smáu tillagingarnar, sum skulu gerast til føroyska búnan. 

- Vanliga tillagingin plagar at vera á skjúrtinum – ja, tað verður lagt út! Men, so hevur tíðin síðan seinastu ólavsøku ikki verið ein tíð í hungursneyð, sigur Helena brosandi. 

- Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, verður sagt. Og tað kann eg altíð gleðast um, meðan eg seymi tað síðsta. Men eg skilji, at vit helst eisini eru “størsta” tjóð, og man hetta at leggja skjúrtið út vera ein vanligur táttur fyri nógv onnur eisini.  

Hon vísir á, at ólavsøkudagur er nakað øðrvísi enn ólavsøkuaftan.

- Vit plaga at eta ein betri bita á einum av hotellunum, áðrenn vit spáka oman og niðan eftir Áarvegnum, og hæddarpunktið um kvøldið er midnáttarsangurin.  

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

- Mær dámar so væl, at vit sum tjóð hava eina løtu at vera saman í. Arbeiðið fyri nógv tey flestu liggur stilt, men samfelagið brúsar. Eisini plagar ólavsøkan at hava nøkur nýggj andlit og góðar løtur við sær. 

Helena F. Jørmundsson heldur, at midnáttarsangurin er so sera hugnaligur, og hetta er nakað, hon gleðir seg til á hvørjari ólavsøku. 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?  

- Tað eru nógvar, sum koma mær til hugs. Men ein ólavsøka, eg minnist serliga væl, er ólavsøkan í 2022. Tað serstaka við henni og tað, eg gleðist mest um, tá eg hugsi aftur á júst hesa, er ikki ólavsøkan í sjálvum sær. 

Hon vísir á, at hetta var hennara fyrsta ólavsøka, eftir at hon flutti heim aftur til Føroya árið fyri. 

- Óvissan um at flyta heim við mínari lítlu familju gjørdi seg enn galdandi. Skuldi eg vera verandi her, ella skuldi eg pakka taskunar aftur og flyta niður av nýggjum til tað, eg kendi best seinastu sjey árini. Hetta broyttist tó á júst hesi ólavsøku. 

Helena sigur, at ólavsøkuaftan gingu sonurin og hon heim. Hann var heldur troyttur av at ganga, og eg bar hann halakukk – eisini niðan Brøttubrekku. 

- Heimkomin legði eg sonin, og eg kendi meg sum eina superhetju. Í øllum ólavsøkuleivdunum setti eg meg og tendraði midnáttarsangin. Og tað var, meðan sangurin var í hæddini, at tað gjørdist mær greitt, at vit høvdu gjørt tað rætta – at vit vóru komin heim, og at tað var í Føroyum, vit skuldu búgva. Her er rúm fyri okkum og hansara tørvi. Tað gjørdi eisini alt betur, at nógv tey flestu, eg eri góð við - ja, tey gistu hjá mær. 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Sum forkvinna í Javna gleðist eg um, at vit hava nøkur feløg, sum eru ein fastur partur av skrúðgonguni á ólavsøku. Tað er týðandi, at okkara limir síggjast og eru vælkomnir á tjóðhátíð okkara. Tað harmar meg tó almikið, at tað enn eru borgarar, sum ikki hava nøktandi wc-møguleikar. Tað, sum manglar, er ein liggilega í miðbýnum. Øll mugu jú sleppa á wc á ólavsøku. 

- Góða ólavsøku, eru seinasti orðini hjá forkvinnuni í Javna, Helenu F. Jørmundsson.