Peter Aalbæk smæddist ikki, tá ið hann fekk bjóðað føroyskan mat í sendingini Hvonn Live í dag Peter Aalbæk Jensen hevur verið gestur í Rás2-sendingini Hvonn Live í dag, og hann fekk millum annað høvi at royna føroyskan mat.
Ragnar Finnsson bjóðaði honum grind, spik, turran fisk og skerpikjøt, og Aalbæk rann ikki undan.
Hann royndi alt, men tað smakkaði eitt sindur ymiskt.
- Eg havi hoyrt nógv um, at skerpikjøtið skal smakka so illa, men hatta var heilt okay. Spikið var tó ikki nakað fyri meg, segði Peter Aalbæk.