Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG góvu suverena oddaliðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini, Aalborg góða mótstøðu í hálvfinaluni í donsku steypakappingini.
Men Aalborg vóru ov sterkir og vunnu 35-29 í hálvfinaluni, ið var leikt í Boxen í Herning. Í steðginum var Aalborg á odda 17-14. GOG fekk minkað um munin til 20-21, men so skoraði Aalborg fimm ferðir á rað uttan, at GOG megnaði at svara aftur, og so var støðan 26-20 til Aalborg. Eftir tað vóru ongantíð færri enn fýra mál á muni.
Óli skoraði fýra mál upp á seks málroyndir. Óli legði upp til tvey mál (assist), og hann vann liðnum tvey brotskøst.
Nýkosni evropameistarin hjá Aalborg, Mads Hoxer var flúgvandi í dag. Hann var stórskjútti við 13 málum, umframt at leggja upp til tvey mál, og hann vann eisini liðnum tvey brotskøst.
Í morgin klokkan 12.30 spælir GOG dyst um triðja plássið móti Sønderjyske. Aalborg spælir klokkan 15 finalu móti TMS Ringsted. Ringsted vann 35-32 á Sønderjyske í hinari hálvfinaluni. Sønderjyske var á odda 19-13 í steðginum, so Ringsted vann seinna hálvleik 22-13.
Báðir dystirnir síggjast á TV2.











