Natasja og Inga Maria skutu og løgdu upp til 22 mál

Natasja Hammer og Inga Maria Roysdóttir skoraðu og løgdu upp til hópin av málum

Natasja Hammer, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í dag dyst á útivølli í Heimey í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Vertirnir, ÍBV vunnu dystin 31-29. Í steðginum var Stjarnan á odda 18-17.

 

Føroysku leikararnir avrikaðu tó væl. Natasja var toppskjútti hjá Stjörnuni. Hon skoraði sjey mál og hon legði upp til sjey mál (assist). Inga Maria var saman við Evu Björk Davíðsdóttir næstbesti málskjúttin hjá Stjörnuni. Hon skoraði seks mál og legði upp til tvey mál. 

 

Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum. Selfoss er aftast í deildini við fýra stigum. 14. mars verður botnfinala á skránni, tá Selfoss á heimavølli tekur móti Stjörnuni.

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Stjarnan dyst á heimavølli móti Vali.