Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í dag oddadyst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli í Haukelandshøllini í Bergen leikti Bergsøy javnleik 33-33 móti Viking TIF. Í steðginum var Bergsøy á odda 16-14.
Bergsøy misti sigurin í triðseinasta sekundinum, tá Viking TIF javnaði til 33-33. Liðini hava 31 stig hvør, og í morgin kann Bodø eisini koma upp á 31 stig, um teir á útivølli vinna á Ryger Stavanger.
Tað gekk væl hjá Paula í dag. Hann skoraði seks mál upp á sjey málroyndir, og hann var næstbesti málskjúttin hjá útiliðnum. Pauli legði eisini upp til trý mál (assist). Petter Nygaard Eikrem var við 12 málum stórskjútti hjá Bergsøy í dag.
Mikudagin klokkan 17 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Åsane.











