Aarhus Fremad fekk ringa byrjan upp á endaspælið

Martin Agnarsson og liðfelagarnir eru bert fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

Fyrr í dag leiktu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad fyrsta dystin í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Aarhus tapti á útivølli 0-2 fyri HB Køge, ið skoraði bæði málini innanfyri átta minuttir í seinna hálvleiki.

 

Aarhus Fremad er triðniðast í niðara endaspælinum við 27 stigum. Teir eru bert fýra stig frammanfyri HB Køge, ið er á næstaftasta plássinum, ið merkir niðurflyting til triðbestu deildina aftaná lokið kappingarár. Tí var tað eyka óheppið, at Aarhus tapti í dag. 

 

Komandi leygardag klokkan 13 tekur Aarhus Fremad móti B93 á Riisvangen leikvøllinum í Aarhus.