- Tíðindini um deyðan hjá Flemming Bamse Jørgensen eru ein skelkur fyri Århus og verða móttikin við sorg, sigur borgarstjórin í Aarhus, Nicolai Wammen Flemming Bamse Jørgensen, sum doyði í nátt, var ein ímynd av næststørsta danska býnum. Bamse hoyrdi heima í Aarhus, har hann umframt stóra virksemið í tónleikinum eisini var íðin viðhaldsmaður av fótbóltsfelagnum AGF.
- Tíðindini um deyðan hjá Flemming Bamse Jørgensen eru ein skelkur fyri Århus og verða móttikin við sorg, sigur Nicolai Wammen, borgarstjóri í Aarhus, sambært Ritzau.
- Vit hava mist ein av okkara fólkakærastu tónleikarum og ein einara innan danskan populertónleik, sigur hann.
Flemming Bamse var 63 ára gamal, nú hann doyði av hjartatilburði.