Nú boðar AB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við ein aftrat av útlendsku spælarunum, sum seinastu vikurnar hevur verið til royndarvenjingar á Argjum.
AB skrivar soleiðis í kvøld:
Í kvøld kunnu vit kunngera enn ein nýggjan leikara til AB. Argentinski framherjin, Agustín Marsico, hevur skrivað undir fyri kappingarárið 2022.
Agustín, sum er 24 ára gamal, hevur royndarvant síðstu vikuna og spælt við í venjingardystum ímóti B68 og EB/Streymi. Talan er um ein kvikan leikara við góðum, tekniskum eginleikum.
Argentinin hevur spælt við Naples United í Florida í USA, áðrenn hann nú er komin hendan vegin og á Argir at royna seg.
Á myndini er Agustín Marsico avmyndaður saman við ítróttarstjóranum í AB, Jonas Dal Andersen.