AB fekk sín fyrsta sigur í Formuladeildini

Botndystur var á Skála í dag, tá heimaliðið tók ímóti uppflytarunum AB. Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, og spælið bylgjaði eisini aftur og fram. Skála hevði kanska teir størstu møguleikarnar undan steðginum, men tá liðini fóru til hálvleiks var støðan enn 0-0.

 

Í seinna hálvleiki gekk aftur javnt fyri seg, men um miðjan hálvleikin tók AB leiðsluna. Bólturin bleiv spældur inn til Jákup Martin Joensen, sum var staddur nakað uttanfyri brotsteigin. Hann smekkaði til, og bólturin fleyg upp í málhornið til 1-0. Seint í dystinum fekk AB økt um leiðsluna til 2-0. Bjarni Jørgensen sendi ein bólt inn í brotsteigin, og har stóð Tummas Hans Rubeksen púra leysur og sendi hann í málið til 2-0, og sostatt hevur AB tryggjað sær sín fyrsta sigur í Formulakappingini í ár.

 

Skála-AB 0-2

0-1 Jákup Martin Joensen

0-2 Tummas Hans Rubeksen