AB fyllir 50 ár: Úr skúlagarðinum niðan í Vika

Tað er opið hús í AB-húsinum í dag, tí AB fyllir 50 ár júst í dag

Í dag fyllir Argja Bóltfelag 50 ár. Í tí sambandi er opið hús í AB-húsinum frá klokkan 16 til 19. Felagið boðar frá, at tað verður kaffi, køka, saft og hoppiborg til børnini. Tað verða eisini fleiri røður og ein nýggjur AB-sangur verður eisini at hoyra.

 

Skráin til føðingardagin:

 

Kl. 16:00: AB-húsið letur upp

 

Kl. 16:30: Jens Hansen fortelur um fyrstu tíðina í felagnum

 

Kl. 16:45: Doris Rasmussen fortelur um at reka felagið í modernaðari tíð

 

Kl. 17:00: Eyðun Dalsgarð letur felagnum nýggjan AB-sang

 

Kl. 17:30: Steen Juul Pedersen fortelur um AB í 90-árunum

 

Kl. 17:45: Andrass Drangastein fortelur um tíðina, tá mansliðið kom í bestu deildina

 

Kl 19:00: Takk fyri dag

 

Grein frá AB: Úr skúlagarðinum niðan í Vika

 

Í dag, 15. august, eru júst 50 ár liðin, síðani okkara fótbóltsfelag á Argjum, Argja Bóltfelag, varð stovnað. Nógv er hent og broytt gjøgnum hesa hálvu øldina, har vit hava havt fótbóltsvirksemi røttu megin Sandánna.

 

Stovnari og fyrsti formaður felagsins var danski Johnny Nyby. Johnny Nyby var tá 22 ára gamal og stovnaði felagið á fundi í gamla Argja Skúla saman við ungum argjadreingjum. Talan var um eina blaðunga nevnd, tí hinir í nevndini vóru ikki meira enn 13-17 ára gamlir.

 

##med2##

 

(Tað var her í gamla Argja Skúla, at AB varð stovnað og vandi fyrstu árini)

 

Yndisfelagið hjá Johnny Nyby í Onglandi var Aston Villa, sum spælir í vínreyðum og ljósabláum. Soleiðis fekk AB sínar litir, ið vit nýta enn tann dag í dag. Umstøðurnar vóru so sum so fyrstu árini. Ongin fótbóltsvøllur var á Argjum, og tí máttu venjingar fara fram í skúlagarðinum í Argja Skúla. Tá dystur skuldi spælast bar tó til at fara niðan í Gundadal at fáa dystirnar avgreiddar við vælvild frá HB og B36.

 

Johnny Nyby sigur heldur skemtiliga í viðtal við páskablaðið hjá AB í 2008, at hann man vera tann einasti í heiminum, sum hevur stovnað eitt fótbóltsfelag uttan ein vøll. Tíbetur broyttist felagsins heimloysi 10 ár eftir stovnanina.

 

Fyrsta frambrotið viðvíkjandi umstøðum kom í 1983, tá grúsvøllur bleiv lagdur inni í Vika. Tvey ár seinni, í 1985, varð AB-húsið bygt og tikið í nýtslu.

 

#med3##

 

(AB-húsið varð bygt í 1985 og verður í dag karmur um 50 ára føðingardagin, sum byrjar kl 16)

 

Í 1998 varð graslíki lagt á vøllin, og við hesum fekk felagið umstøður á javnt góðum stigi sum onnur feløg í landinum. Ein tann størsti dagurin í søgu felagsins var týsdagin 3. oktober 2006, tá AB vann sær fyrstu uppflytingina upp í bestu deildina hjá monnum, sum tá æt Formuladeildin. Hendan dagin vann AB 4-1 á FS Vágum, og tað skapti sum vera man ein øgiligan róm og bjartskygni millum argjafólk. Hesi 17 árini síðani fyrstu uppflytingina hevur AB spælt í bestu deildini í 12 av 17 kappingarárum.

 

Besta úrslitið í bestu mansdeildini er higartil eitt 6. pláss í 2009, tá tað eydnaðist at vinna 34 stig.

 

Felagið hevur eisini verið virkið á kvinnusíðuni nógv tey flestu árini. Síðstu árini í 0’unum vóru AB-kvinnurnar nærmastu avbjóðarar hjá suverenu KÍ-kvinnunum. Fleiri ferðir endaði AB á 2. plássi í landskappingini, men í steypakappingini í 2009 eydnaðist tað endiliga at vinna, tá  kvinnurnar gjørdu bart við at vinna 2-1 á KÍ í steypafinaluni. Hetta var samstundis fyrstu ferð, at eitt AB-lið vann eina steypakapping.

 

Júst í 2009 bleiv stóra skýlið somuleiðis bygt, sum betraði umstøðurnar munandi hjá áskoðarunum. Seks ár seinni, í 2015, varð undirhæddin í skýlinum liðugt innrættað við fýra skiftirúmum, skrivstovu, dómararúmi, fysioterapirúmi, venjingarrúmi, felagshøli/køki, vaskirúmi, wc v.m. Hetta hevur givið okkum nakrar sera góðar umstøður, ið eru til gleði og gagn fyri limir felagsins.

 

Í 2022 fekk felagið nýtt, umhvørvisvinarligt graslíki, sum hevur gjørt okkara vøll til ein av teimum bestu í landinum. Nú bíða vit í spenningi eftir nýggju ljósunum, ið fara at gera tað hugaligari og høgligari at spæla fótbólt inni í Vika um kvøldið. Hesi ljósini koma eftir ætlan seint í ár ella í komandi ári.

 

##med4##

 

(Skýlið og graslíkið í dag hevur givið felagnum nakrar umstøður, ið eru sera langt frá tí, sum var, tá felagið bleiv sett á stovn fyri hálvari øld síðani)

 

Argir er eitt stað, sum støðugt stendur í vøkstri. Við 2500 íbúgvum, ið fara at gerast enn fleiri komandi árini, eru allir møguleikar fyri at menna og flyta AB fram á leið. Hetta krevur tó enn sum áður, at nógvar sjálvbodnar hendur taka eina hond í og hjálpa felagnum. Hesar hendurnar eiga vit tó nógvar av, og vit vilja takka øllum teimum, ið á ymsan hátt hava verið ein partur av AB hesi fyrstu 50 árini. Saman eiga vit øll ein part í søgu felagsins. Ongin nevndur, ongin gloymdur.

 

Vit ynskja øllum AB’arum hjartaliga til lukku við 50 ára degnum og bjóða øllum til opið hús í dag í AB-húsinum frá kl 16-19, har serlig framsýning av søguligum lutum millum annað verður sýnd fram. Eisini leggja ymiskir fyrrverandi formenn og nevndarlimir leiðina framvið at siga frá minniligum løtum í felagnum.