Tríggir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini eru á skránni í kvøld. Toppliðið FC Suðuroy skuldi sambært skránni spæla á heimavølli ímóti TB, sum hevur hildið summarfrí á triðja plássi, men oyggjauppgerðin í Suðuroy er útsett til 23. august.
AB er næstfremst tvey stig aftanfyri FC Suðuroy. Í kvøld fara argjamenn at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Um tað eydnast AB at vinna fulla úrtøku, so verður AB nýtt oddalið.
Víkingur hevur í kvøld møguleika at taka seg eitt sindur burtur frá botninum. Teir næstbestu hjá Víkingi skulu spæla í Sørvági, har heimaliðið framvegis eigur fyrsta stigið til góða.
HB og EB/Streymur skuldu sambært skránni spælt í Gundadali, men tann dysturin er útsettur.
NSÍ-AB: 18.00
Skála-FC Hoyvík: 19.00
07 Vestur-Víkingur: 18.30
HB-EB/Streymur: útsettur
FC Suðuroy-TB: 23. august
Støðan eftir 14 umfør
FC Suðuroy 34
AB 32
TB 32
Skála 23
NSÍ 21
FC Hoyvík 16
Víkingur 15
EB/Streymur 15
HB 14
07 Vestur 0