Russar skutu 250 dronur og 14 rakettir eftir Kyiv

Tað gongur nú á fjórða ári, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina, og tað er lítið, sum bendir á, at russar vilja nakra treytaleysa vápnahvíld

Tymur Tkachenko, leiðari fyri hernaðarumsitingini í ukrainska høvuðsstaðnum

Í nátt leyp Russland á ukrainska høvuðsstaðin við 250 langtberandi dronum og 14 langtberandi rakettum.

 

Hernaðarumsitingin í Kyiv sigur á boðtænastuni Telegram, at í minsta lagi 14 fólk eru særd í álopinum, sum var eitt hitt ógvusligasta á Kyiv higartil í krígnum.

 

Tað gongur nú á fjórða ári, síðan Russland leyp á grannalandið, Ukraina, og tað er lítið, sum bendir á, at russar vilja nakra treytaleysa vápnahvíld.

 

Tymur Tkachenko, sum stendur á odda fyri hernaðarumsitingini í Kyiv, sigur, at álopið elvdi til fleiri eldar, sum stóðust av vraklutum frá niðurskotnum russiskum dronum.

 

Ukrainska loftverjan sigur sambært NTB, at russar skutu 250 langtberandi dronur og 14 langtberandi rakettir eftir ukrainska høvuðsstaðnum í nátt.

 

 

 

Tymur Tkachenko, leiðari fyri hernaðarumsitingini í ukrainska høvuðsstaðnum