AB má styrkja seg við fimm spælarum

(Rás2) Hoyr samrøður, sum Rás2 hevði við kendu AB-fjeppararnar, Andrass Drangastein og Sjúrður Olsen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøður frá Rás2, sum vóru gjørdar aftaná AB hevði tryggjað sær uppflyting upp í effodeildina við einum 4-1 sigri á Giza Hoyvík á J & K vøllinum uppi í Hoyvík. Hoyr:

 

1) Samrøðu við kenda AB-fjepparan, og fyrrverandi formannin, og spælarapápan í AB, Andrass Drangastein, sum kann stórfegnast í dag, tí umframt uppflytingina so hevur konan hjá honum eisini føðingardag í dag.

 

2) Samrøðu við kenda AB-fjepparan, og fyrrverandi formannin í FC Argjum, Sjúrður Olsen. 

 

Báðir fegnast um uppflytingina, men eru samdir um, at AB má styrkjast nakað fyri at kunna standa seg í effodeildini. Andrass Drangastein heldur, at AB hevur brúk fyri fimm spælarum fyri at brynja seg til effodeildina komandi ár.