AB misti á stokkinum í Runavík

Petur Knudsen skoraði sigursmálið í síðstu løtu, tá ið NSÍ fyri aðru ferð í ár vann tepran heimasigur

Tað er øgiliga tætt í toppinum í Meistaradeildini, nú tað bara restar ein dystur í triðja umfari. Mánakvøldið fer HB norður í Sarpugerði, og tá er møguleiki hjá André Olsen og hansara monnum at leggja seg á odda. Undan dystinum á útivølli ímóti Víkingi er HB einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku.

 

Í kvøld var ferðmikil, intensur og spennandi toppdystur í Runavík. NSÍ vann 2-1, og saman við B36, sum fyrr í dag vann 6-0 á heimavølli ímóti B68, er NSÍ topplið við sjey stigum.

 

NSÍ sigursmálið varð skorað í síðstu løtu. 2-1 málskjútti var Petur Knudsen, sum í næstu viku fer av landinum saman við liðfeløgunum Viljormi Davidsen og Jann Julin Benjaminsen. Teir fara við landsliðnum, sum um eina viku fer at spæla vinadyst í San Marino.

 

NSÍ legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málskjútti var miðverjin Daniel Obbekjær, sum eftir horna úr høgru frá Aron Knudsen við høvdinum snittaði bóltin í handaru síðu av málinum.

 

Fimm minuttir seinni svaraði AB aftur. Luca Ørsted Thorstensen legði við horna innfyri úr vinstru, og við nærra stólpa var Klæmint A. Olsen óheppin, tá ið hann við høvdinum snittaði bóltin, sum sigldi inn í handaru síðu av málinum.

 

Eftir steðgin hevði NSÍ fitta lotið undan, og stóran part av tíðini var bólturin á AB hálvuni. Argjamenn vóru óførir at verja, og onkra ferð vóru teir vandamiklir á mótálopum. Men NSÍ hevði væl fieiri royndir ímóti AB málinum, enn mótstøðuliðið hevði ímóti málinum hjá NSÍ, sum Kristian Jensen vardi.

 

Sum tíðin leið, sá tað út til, at tað fór at enda javnt, men so var tað, at Petur Knudsen varð dagsins maður, tá ið hann skoraði 2-1 sigursmálið. Sjálvandi vóru argjamenn ógvuliga vónbrotnir. At teir í kvøld megnaðu sovorðið avrik, sum teir vístu í Runavík, er staðfesting av, at AB hevur møguleika ímóti øllum hinum í bestu deildini.

 

Í fjórða umfari, sum verður annað vikuskifti, fær AB vitjan av 07 Vestur, meðan NSÍ verður partur av grannauppgerð á Svangaskarði ímóti B68.