Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg eru á gáttini at røkka FINAL FOUR í EHF European League.
Í fyrru fjórðingsfinaluni á heimavølli vann Viborg fyrr í dag 35-26 á rumenska liðnum, Rapid Bukarest. Í steðginum var Viborg á odda 19-14.
Komandi leygardag klokkan 15 verður returdysturin leiktur í Bukarest. Eysturevropeisk lið eru ofta krútsterk á heimavølli, so tað verður torført, men Jana og liðfelagarnir hava givið sær sjálvum ein góðan møguleika við níggjumálssigrinum á heimavølli.
Jana skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hon var eisini noterað fyri tvey upplegg til mál (assist).
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Jana hevur nummar 77 á rygginum:
##med2##











