Fleiri enn 90 fólk eru særd í syðra parti av Ísrael, eftir at iranskar rakettir í kvøld raktu tveir býir í landinum.
Rakettirnar raktu býirnar, Arad og Dimona, og tíðindastovan AFP veit at siga, at í Arad hava 59 fólk fingið løstir í álopinum.
Ísraelska løgreglan sigur sambært Reuters, at vrakleivdir frá iransku rakettunum duttu niður í økinum.
- Sløkkiiðið sigur eisini frá stórum skaðum á bygningar, sum beinleiðis vórðu raktir av iranskum rakettum.
Bjargingartænastan í Dimona sigur, at í minsta lagi 33 fólk eru løstað, og 14 fólk hava fingið viðgerð fyri sjokk.
- Ein 12 ára gamal drongur eru lagdur inn á sjúkrahús við álvarsligum løstum, veit ísraelska ávísin, Haaretz, at siga.
Almennir iranskir miðlar siga, at álopini á Ísrael eru eitt svar upp á ísraelska álopið á iranska kjarnorkuanleggið Natanz fyrr í dag.
##med2##
Dimona, sum er annar býurin, ið er raktur í Ísrael, liggur bert 13 kilometrar frá ísraelska kjarnorkuanlegginum í Negev-oyðimørkini.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Ísrael fer at halda fram við at leypa á sínar fíggindar við fullari megi.
- Seinasta samdøgrið hava vit verið í hørðum bardøgum á fleiri hermótum, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.












