Við 3-0 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi hevur AB í kvøld tikið eitt risa fet burtur frá vandanum fyri niðurflyting.
EB/Streymur var ikki at kenna aftur frá stórspælinum ímóti KÍ. AB átti stóran part av heiðrinum fyri tað.
Dion Splidt legði AB framum, og tá ið EB/Streymur síðstu løtuna undan steðginum royndi at leggja trýst á, svaraði AB aftur, og brádliga var nýggi álopsspælarin Stig-Roar Bøstad púra leysur og setti bóltin í málið.
AB hevði nógv fólk aftanfyri bóltin og dugdi væl at royna við longum sendingum frm til stóra álopsspælaran.
Í 2. hálvleiki royndi EB/Streymur, og teir høvdu onkrar stórar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í staðin var tað AB, sum økti um leiðsluna til 3-0. Málskjútti var Rasmus Nielsen, sum sneiddi framvið einum mótstøðumanni og smekkaði bóltin í málið.
Á Svangaskarði endaði tað 2-2 í oyggjauppgerðini millum B68 og Víking. Harvið viknaði toppplássið hjá HB ikki nakað serligt.
Víkingur var tvær ferðir á odda, og í báðum førum var tað Finnur Justinussen, sum skoraði málini. Í báðum førum var álopsspælarin rættuliga leysur. Serliga í seinna førinum var talan um verjumistak.
B68 svaraði báðu ferðir aftur. Í fyrra førinum skoraði Ndende við høvdinum, tá ið hann við handara stólpa stýrdi bóltin í málið, eftir at Øssur Hansen hevði lagt fríspark innfyri. Øssur Hansen javnaði til 2-2 við brotssparki. Dómarin hevði peikað á ellivu metra blettin, tí hann metti, at innskifti Jóhan Petur Poulsen varð feldur.
Støðan
HB 38
B68 32
Víkingur 31
NSÍ 30
EB/Streymur 25
AB 19
B36 17
ÍF 16
KÍ 14
07 Vestur 8
B36 og EB/Streymur hava spælt 16 dystir, og øll hini liðini hava spælt 17 dystir.
18. umfar
6. august
KÍ-HB
8. august
AB-NSÍ
B36-Víkingur
ÍF-EB/Streymur
07 Vestur-B68