AB skal kenna sína vitjunartíð

Minnini hjá Víkingi á Argjum eru ikki bara góð

Síðani Trygvi Mortensen tók við sum venjari á Argjum, hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku. Einasta stigið higartil varð vunnið í 1-1 javnleikinum í fyrsta umfari ímóti B68 á heimavølli.

Trygvi Mortensen hevur ikki mist mótið um, at tað fer at venda:

-Vit hava spælt tríggjar torførar dystir á útivølli, og talan hevur ikki verið um stórtap. Nú eiga vit aftur heimavøll. Ímóti B36 sóu vit aftur, at tað gongur illa hjá okkum at spæla okkum til heilt upplagdar málmøguleikar, men tað vóru tó fleiri støður, sum væl kundu havt borið mál við sær. Ímóti B36 vóru vit betri á síðsta triðinginum, enn vit áður hava verið, og tað telur eisini rætta vegin, at spælararnir vístu góðan hugburð, sigur AB venjarin.

Sørin Samuelsen er tøkur aftur eftir leikbann, og Árni G. Nielsen verður eisini við aftur ídag. Hann er leigaður úr B36 og hevði tískil ikki loyvi at spæla í Gundadali síðsta sunnudag.

Á AB skaðalistanum eru Andri Freyr Björnsson, Gert Drangastein og Rasmus Dan Sørensen.

 

Tølini siga, at tað hevur verið upp og niður, tá ið Víkingur hevur vitjað á Argjum. Í fjør endaði tað tvær ferðir málleyst á Argjum millum AB og Víking. Tríggjar aðrar ferðir hava liðini spælt í landskappingini á Argjum: Víkingur vann 3-0 í 2014, AB vann 3-1 í 2013, og í 2010 endaði tað 1-1.

 

Nýggi Víkinga álopsspælarin Jón Krosslá Poulsen heldur, at tað sær gott út hjá Víkingi eftir 4-0 sigurin á B68:

-Í fyrstu umførunum var tað striltið í fyrra hálvleiki. Ímóti B68 fótaðu vit okkum eftir hálvan tíma. Nú ræður um hjá okkum at vera klárir frá fyrsta bríksli, sigur Jón Krosslá Poulsen.

Einasti víkingurin, sum ikki er tøkur, er Hans Jørgen Djurhuus, sum orsaka av trupulleikum í rygginum ikki enn hevur spælt í landskappingini í ár.