Allar knýta nevarnar og gera eitt ýl. Frá síðulinjuni koma útskiftarar, hjálparfólk, foreldur og argjafólk tuskandi inn á vøllin at fagna leikarunum. Og tað er fyrst og fremst ein, ið tey vilja hava orðið á: Monu Breckmann.
Framherjin søkti sigursvandu KÍ-kvinnurnar, tá hon við tveimum málum tryggjaði AB fyrsta steypasigurin í søguni. Við stríðshugaðum liðfeløgunum, ið góvu seg fult út í hvørjum nærdysti, vóru fortreytirnar hjá Breckmann góðar. Og hon tók av møguleikanum.
Lítið spæl
Og var tað ikki fyri søguskrivingina, hevði ársins steypafinala ikki staðið serliga klár hjá teimum flestu. KÍ hevur verið einaráðandi seinnu árini, og við tíðini verður nær um skrivað søga, tá tær ikki vinna.
Fótbóltsdysturin hevði lítið upp á seg. Liðini nýttu ongantíð høvið at spæla fótbólt, og talan mest var um langar bóltrar uttan bústað. Dentur var lagdur á nærdystirnar og trýstspælið, har fingurin ikki skal setast á stríðsviljan. Serliga syrgdu argjakvinnur fyri, at mótstøðuliðið hevði lítið pláss at spæla á.
Tvær ferðir Mona
Mona Breckmann legði AB á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hon var fyrstur á bóltinum, tá bólturin brast í tvørtræið eftir fríspark.
Argjakvinnur vóru sera ansnar í verjupartinum og dúvaðu á skjótálop. KÍ, sum hevði einstakar royndir á AB-málið, setti ongantíð mótstøðuliðið undir trýst. Serliga høvdu fleiri av stuðulsleikarunum lítið at bjóða í framrættaða spælinum.
AB vildi ikki satsa, og liðið flutti seg í útgangsstøðið aftur á vøllin eftir hvíldina. Klaksvíkskvinnurnar fingu tíð og pláss at byggja upp, har Simona Heinesen, sum stóð sera væl í AB-málinum, av álvara slapp at royna seg. Áhaldandi KÍ-trýstið gav úrslit, tá Sofía Purkhús javnaði.
Men Mona Breckmann staðfesti, at steypið ikki skuldi úr høvuðsstaðnum, tá hon aftur legði argjakvinnur á odda eftir skjótálop.
Skrivaðu søgu
AB hevur nú vunnið fyrsta gullheiðursmerki í kvinnudeildini. Tað verður ofta sagt, at fyrsti sigurin er mest týdningarmikil. Men spurningurin er, hvørja ávirkan steypasigurin fær. Liðini eru ájøvn í landskappingini, og sum støðan er, er ikki líkt til, at hini liðini vinna stig frá oddaliðunum. Men fyrsta gullið er í øllum førum komið í hús á Argjum.