AB tapti grannauppgerðina

1. DEILD: Sigur á Argjum ber við sær, at teir næstbestu hjá HB nú eru á sjeynda plássi

Fyrrverandi HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen var í dag á næstbesta liðnum, sum vann 2-1 á Argjum

Tað var dramatikkur kring grannauppgerðina á Argjum millum AB og teir næstbestu hjá HB, sum eru í trongum skóm og hóttir av niðurflyting.

 

Tað plagar at vera heimadystur á Argjum leygardag, men soleiðis var tað ikki hesaferð. Dysturin varð lagdur at vera klokkan 15 í dag. Tað sá út til at fara at bera við sær, at HB ikki fór at fáa mannað seg so væl, sum tað hevði havt borið til, um dysturin var í gjár.

 

Men tá ið, so segði hann, seðlarnir komu út, vísti tað seg, at HB hevði mannað seg rættiliga væl. Bjarti Vitalis Mørk var í málinum, og millum hinar vóru Jógvan Rói Davidsen, Ási Dam og so Øssur Dalbúð, sum sá út til av álvara at vera komin fyri seg, eftir at hann í fjør var illa skaðadarvaður. Beinanvegin eftir steðgin loysti Áki D. Samuelsen Jákup L. Thomsen av.

 

HB vann 2-1 eftir 1-0 til AB í fyrra hálvleiki. Símin Hansen umsetti brotsspark til 1-0. Øssur Dalbúð javnaði til 1-1, tá ið hann í 68. minutti við høvdinum setti bóltin í málið. Sigursmálið skoraði HB fimm minuttir undan dystarloki. Málskjútti var Leivur Fossdal Guttesen. Uppleggið átti Áki D. Samuelsen, sum var rættiliga eyðsýndur.

 

Sigurin ber við sær, at HB nú hevur 26 stig og er á sjeynda plássi. AB hevur 38 stig og er framvegis á øðrum plássi.

 

 

 

 

 

Víkingur – KÍ 0-2 (0-2)

 

0-1: Silas Gaard 23.

 

0-2: Silas Gaard 25.

 

 

 

NSÍ – FC Suðuroy 2-2 (1-0)

 

1-0: Atli D. Petersen 13.

 

2-0: Jógvan Højgaard br 56.

 

2-1: Jón Krosslá Poulsen br 59.

 

2-2: Fríði Holm 68.

 

 

 

EB/Streymur – Skála 0-3 (0-1)

 

0-1: Poul Kallsberg 4.

 

0-2: Dávid Johansen 49.

 

0-3: Poul Kallsberg 54.

 

 

 

B71 – B36 3-1 (0-1)

 

0-1: Jógvan Gullfoss 11.

 

1-1: Tijani Mohammed 55.

 

2-1: Jónas Warner 63.

 

3-1: Joel Vazques 75.

 

 

 

AB – HB 1-2 (1-0)

 

1-0: Símin Hansen br 19.

 

1-1: Øssur Dalbúð 68.

 

1-2: Leivur Fossdal Guttesen 85.

 

 

 

Skála221516502346
AB221156433138
Víkingur221048543834
NSÍ221048484634
B71211038453833
228410354128
HB228212324726
B36227411354925
EB/Streymur227312375224
FC Suðuroy215610334721

 

 

 

Máltindurin 
Clayton Soares B7118
Aksel B. Danielsen Skála13
Símin Hansen AB12
Martin Klein Joensen Víkingur12
Villiam Klein B3611

 

 

 

Fríggjadagin 17. september

 

Skála – HB

 

AB – NSÍ

 

Leygardagin 18. september

 

KÍ – FC Suðuroy

 

Víkingur – B71

 

B36 – EB/Streymur

 

Fyrrverandi HB liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen var í dag á næstbesta liðnum, sum vann 2-1 á Argjum