AB vann seg uppum aftasta plássið - 07 Vestur leggur trýst á Vìking

AB og 07 Vestur vunnu 3-1 heimasigrar á B68 og EB/Streymi í kvøld

AB er ikki longur aftast í Betrideildini hjá monnum. 

 

AB vann fyrr í kvøld 3-1 á B68 inni í Vika á Argum. Sigurin merkir, at AB við 10 stigum nú hevur eitt stig meira enn ÍF, ið er aftast við níggju stigum.

 

AB kendi sína vitjanartíð í fyrra hálvleiki, tá teir innanfyri ein minutt løgdu seg á odda 2-0 við málum Brian Jakobsen og Ragnar Skála skutu. Brian økti til 3-0 tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.

 

Langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Hanus Højgaard um munin til 3-1.

 

AB-B68 3-1 (2-0)

 

1-0 Brian Jakobsen (18.)

 

2-0 Ragnar Skála (19.)

 

3-0 Brian Jakobsen (66.)

 

3-1 Hanus Højgaard (90+)

 

EB/Streymur legði seg á odda 1-0 vesturi í Sørvági við máli Filip Djordjevic skoraði tríggjar minuttir undan steðginum. Uros Stojanov javnaði til 1-1 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki.

 

Innanfyri tríggjar minuttir syrgdu Jasper van der Heyden og Uros Stojanov fyri, at dysturin koppaði til heimaliðið, ið nú hevur 25 stig, bert tvey stig færri enn Víkingur á fjórða plássinum.

 

07 Vestur-EB/Streymur 3-1 (1-1)

 

0-1 Filip Djordjevic (42.)

 

1-1 Uros Stojanov br. (45.)

 

2-1 Jasper van der Heyden (81.)

 

3-1 Uros Stojanov (83.)

 

Ólavsøkudag klokkan 17 spæla TB og ÍF á Tórsvølli í einum dysti, ið formelt er ein heimadystur hjá TB. 

 

Kelda: dystir.fo: 

 

NrLIÐSTDSVDJDTDMFMM
 

1.

 
4816160044836
 

2.

 
B3636161204341519
 

3.

 
HB35161123371027
 

4.

 
Víkingur2716835351817
 

5.

 
07 Vestur251681727252
 

6.

 
TB15154381133-22
 

7.

 
EB/Streymur131641111231-19
 

8.

 
B6811162591430-16
 

9.

 
AB101631121232-20
 

10.

 
ÍF91530121236-24