Abbi og abbadóttur á sama vallista

Edmund og Anna stilla bæði upp fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið 01. september.

Tá tíðindini bórust sunnudagin, at Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin, hevur avgjørt at stilla upp til komandi val, varð tað av mongum tulka sum ein roynd hjá flokkinum at vinna teir veljarar, ið valdu fyrrverandi fólkatingsmannin til síðsta fólkatingsval.


Ein atkvøða fer tó helst at resta í, tí frammanundan var longu greitt, at eitt av teimum trimum valevnunum hjá ungmannafelagnum hjá Sambandsflokkinum, Unga Samband, er 19 ára gamla Anna Falkenberg, ið er abbadóttur Edmund Joensen.


Á sínum vangamynd á Facebook ásannar Edmund Joensen eisini, at hetta verður eitt serligt val.


- Valstríðið til løgtingsvalið hesaferð er heilt serligt, nú abbadóttirin Anna Falkenberg eisini er uppstillað. Vit bæði royna okkara besta.