Abbi ringdi og segði eg var úttikin

Tað var abbi Rógva Baldvinsson, Baldvin Baldvinsson, sum bar honum tíðindini um, at hann aftur er á landsliðnum

- Tað var ein fegin abbi, sum ringdi til mín og segði, at eg var úttikin til landsliðið aftur. Eg visti ikki av tí og hevði ikki hugsað so nógv um tað, fortelur Rógvi Baldvinsson.

 

Hoyr samrøðuna við Rógva Baldvinsson við at trýsta á pílin undir myndini

 

Rógvi Baldvinsson var eitt skifti fastur maður á landsliðnum, men síðani seinnu árini hevur hann at kalla ikki verið at sæð kring landsliðið.

 

Les eisini: Sonni Ragnar byrjar helsthttp://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/kend-andlit-i-verjuni/

 

Hann tóktist hava viðrák í 2013, tá hann sum fastur maður á landsliðnum skifti til Bryne í næst bestu deildini í Noreg.

 

Les eisini: Kend andlit í verjuni

 

Árið eftir var hann aftur í Ålgård, sum nú flutti niður í fjórðbestu deildina. Lars Olsen tók avleiðingarnar, og vit hava ikki sæð Rógva Baldvinsson á landsliðnum síðani.

 

Nú er støðan broytt. Trupulleikar við verjuni hava gjørt, at Rógvi aftur er á listanum hjá Lars Olsen, tá landsliðið fyri hálvari aðru viku síðani bleiv úttikið. Stutt seinni varð kunngjørt, at Rógvi Baldvinsson skifti til FC Fredericia.

 

- Um eg spæli í miðvejruni, á miðjuni, álopinum ella endi á bonkinum, so fari eg at gera mítt besta og stuðla landsliðnum. Eg eri bara glaður fyri at vera við aftur, sigur Rógvi Baldvinsson.