Seinnapartin spældu Adrian R. Justinussen og liðfelagarnir í AC Horsens fyrsta dystin í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
AC Horsens vann á heimavølli 1-0 á oddaliðnum, Lyngby. Julius Madsen skoraði sigursmálið 11 minuttir undan steðginum.
Adrian hevur enn ikki skotið fyrsta málið í einum kappingardysti fyri Horsens. Hann hevur verið á vøllinum í fimm kappingardystum í hesum árinum. Tó er hann noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Horsens er aftast í ovara endaspælinum við 33 stigum. Teir hava sjey stig upp til næstfremsta liðið, Hvidovre, og níggju stig upp til fremsta liðið, Lyngby. Tí kom sigurin í dag sera væl við.
Komandi leygardag klokkan 11.30 fer Adrian at vitja gamlar gøtur. Tá spælir Horsens dyst á útivølli móti Hillerød, ið hevur Poul Kallsberg og Pætur J. Petersen í hópinum.










