Aðalfundurin hjá FSF verður 28. februar

Aðalfundurin byrjar klokkan 13

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður í Trinstovuni á Tórsvølli leygardagin 28. februar 2026 klokkan 13:00

 

——————

 

Hetta er samstundis aðalfundur nummar 48, síðani felagsskapurin varð settur á stovn hin 13. januar í 1979.

 

Fundarskráin

1. Val av fundarstjóra eftir tilmæli frá Starvsnevndini

2. Góðkenning av dagsskrá

3. Forsetin greiður frá virksemi FSF’s í farna ári

4. Val av limum at eftirkanna fundarfrágreiðingina

5. Val av eftirlitsfólki

6. Ársfrágreiðing (sum lýsir virksemið síðani seinasta aðalfund)

7. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu fyri farna roknskaparár

8. Val av óheftum grannskoðara eftir uppskoti frá Starvsnevndini

9. Val av limum í Aga- og etiskunevndina, Yvirkærunevndina, Loyvisnevndina, og Kærunevndina í loyvismálum fyri tvey ár eftir uppskoti frá Starvsnevndini

10. Ymiskt

 

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi 30 dagar fyri aðalfundin. Skrivar FSF. 

 

Mynd: FSF