Tá Helena Jacobsen í fjør frætti, at Bryan Adams skuldi halda konsert á Malta júst um ta tíðina, tá hon skuldi verða á oynni í feriu, gjørdi hon skjótt av og keypti sær eitt sonevnt VIP-atgongumerki. Tað merkir í stuttum tað, at tú sleppur at standa fremst til konsertina.
- Hetta var ein stór konsert, eini 70.000 fólk. Seld vórðu eini 2000 VIP-atgongumerkir, og tey kostaðu einar 600 krónur, sum vit føroyingar jú væl hava ráð til. Vanligu atgongumerkini kostaðu um 200 krónur sum er meiri hóskiligt fyri vanliga maltesaran, sigur Helena Jacobsen.
Tey gjørdu av at fara til konsertina í góðari tíð. Tað var ikki bara sum at siga tað at standa í bíðirøð í 45 gradum hita, so tey skiftust um at fara úr bíðirøðini at leska sær á.
- Tað vóu tveir pallar á konsertøkinum. Annar stóð mitt á økinum, og Bryan Adams byrjaði har. Hetta var helst fyri at tey, sum ikki høvdu VIP-atgongumerki, eisini skuldu hava ein møguleika at koma rímiliga nær hesi heimsstjørnuni, sigur Helena Jacobsen.
Bryan Adams sang einar tveir-tríggjar sangir á miðpallinum, og síðani flutti hann seg yvir á høvuðspallin – mitt gjøgnum mannamúgvuna, bert vardur av body-guardum.
- Eg hevði sett taskuna frá mær á eitt trapputrin, og hann kom beint framvið mær. Í tí hann kemur framvið, verði eg skumpað og eri um at detta. Tá tók hann í meg og hálaði meg upp aftur, og áðrenn eg visti av, stóðu vit og sungu duett saman, greiddi Helena Jacobsen frá á Rás2 í morgun.
Tíðin hvarv
Sjálvsagt var alt ferðalagið hjá Helenu púra ovfarið av hesum, og táverandi sjeikurin og núverandi maður Helenu royndi til fánýtis at fáa myndir av teimum báðum, meðan tey sungu duett saman.
- Tað kendist, sum sungu vit saman í fimm sekund, men tað hevur verið væl longri, tí vit sungu tvey ørindi saman, sigur Helena Jacobsen, sum ikki minnist, hvør sangurin var, tey sungu saman.
- Eingin av okkum minnist sangir, men eg ørminnist nakað um, at tað var »Somebody«, sigur Helena Jacobsen.
Hon verður eisini upp á pláss til konsertina í kvøld, og hon ætlar sær eisini at standa fremst, men um hon enn einaferð sleppur at syngja duett saman við Bryan Adams, ivast hon eitt sindur í.
Hon sigur tó, at Bryan Adams er ein stórur performari, sum veruliga dugir at fáa áhoyrararnar við.
Hann tók eisini eina maltesiska gentu upp á pallin at syngja saman við sær, so tað kann verða, at onkur sleppur á pall við honum í kvøld.
- Ráðini í fjør vóru at fara í skríggjandi klæðir, tí tá skiltist mann burtur úr mongdini. Trupulleikin var bert tann, at tað høvdu øll gjørt og tað var bara ein genta, sum var í hvítum, og tað varð hon, sum bleiv rópt upp á pallin, sigur Helena Jacobsen.
Hon gleðir seg annars at uppliva Bryan Adams á palli aftur.
- Hann sang allar teir góðu, kendu sangirnir á konsertini á Malta í fjør, og tað rokni eg við, at hann eisini fer at gera í kvøld, segði Helena Jacobsen, sum altso ætlar sær at møta í góðari tíð í kvøld, við Rás2