ADHD felagið bjóðar til kafé á Tvøroyri 4.august

Nógvur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa ADHD felagið til Suðuroyar. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum. Og tí koma vit nú til Suðuroynna.

 

Tíðindaskriv:

Vit bjóða øllum áhugaðum til eina ADHD kafé á Seglloftinum á Tvøroyri sunnudagin 2. august kl. 14:00

 

Á skránni verður prát, skemt og álvara. Evnið verður sjálvhjálparbólkar, har møguleiki verður at melda seg til bólk í Suðuroy.

 

Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy. Vit ynskja at fáa ADHD meira sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava tilboð til limir í nærumhvørvinum, og vit vóna tí at fáa sjálvboðin, sum kunnu hjálpa okkum at fáa limakaféir, bólkar og onnur tiltøk upp at koyra í Suðuroynni eisini.

ADHD kaféirnar plaga at vera væl vitjaðar, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta øðrum við ADHD ella avvarðandi.

 

So minst til at seta kross í kalendaran tann 4.august 2024, kl. 14:00. Vit vóna at síggja nógv fólk.

 

Tiltakið er í samstarvi við Tvøroyrar kommunu.