Adidas vil rinda risa upphædd til Real Madrid

Týska klædnamerkið er sinnað at rinda øra upphædd fyri at prýða troyggjurnar hjá Real Madrid.

Tað er spanska Marca, ið skrivar, at Adidas er sinnað at gjalda Real Madrid umleið 10 milliardir í teimum komandi 10 árunum fyri at varðveita sína støðu sum klædnastuðul hjá Real Madrid. Um hetta passar, so verður talan um dýrasta sáttmála, ið eitt fótbóltsfelag og ein klædnastuðul nakrantíð hava fingið í lag.

 

Adidas setti annars met saman við United í 2014, tá ið varð kunngjørt, at týski klædnastuðulin fór at gjalda Manchester United 7 milliardir upp á 10 ár fyri at prýða troyggurnar hjá United. 

 

Sambært totalsportek. com eru tað hesi 10 fótbóltsfeløgini, sum í løtuni fáa flestar pengar fyri sínar núverandi stuðulsavtalur við klædnamerkir sum Adidas, Nike og Puma:

 

1. Manchester United - 732 milliónir árliga - Adidas

2. Bayern Múnchen - 415 milliónir árliga - Adidas

3. Real Madrid - 332 milliónir árliga - Adidas

4. Chelsea - 293 milliónir árliga - Adidas

5. Arsenal - 293 milliónir árliga - Puma

6. FC Barcelona - 273 milliónir árliga - Nike 

7. Liverpool - 244 milliónir árliga - Warrior

8. Juventus - 195 milliónir árliga - Adidas

9. Manchester City - 146 milliónir árliga - Nike

10. AC Milan - 136 milliónir árliga - Adidas