Eg vil takka Jógvan Jacobsen fyri svarið upp á skriv mítt - um Jógvan dugir at síggja nakað briksl móti sær í skrivi mínum, so hevur hann misskilt meg.
Tað, sum eg vildi, var at vísa á, at hóast nakrir flokkar, sum arbeiða meira ella minni fyri størri sjálvstýri, fáa 54,5% av atkvøðunum á einum vali, merkir tað ikki, at 54,5% av fólkinum høvdu atkvøtt fyri fullveldi á eini fólkaatkvøðu.
Annars haldi eg, at tað als ikki kann góðtakast, um úrslitið av eini fólkaatkvøðu bert hevði verið nøkur fá prosentir yvir 50%; eitt minstakrav vildi verið 75% ella meira til eitt so týdningarmikið mál sum framtíð føroyinga.
Eisini vildi eg vísa á, at fullveldissamgongan hevði allar møguleikar at fáa staðfest, um fólkið tók undir við fullveldistilgongdini. Men teir valdu, í evstu løtu, at nokta fólkinum møguleikan at siga sína hugsan. Orsøkin var, at teir vóru bangnir fyri, at meiriluti fór at vera ímóti.
Sum eg dugi at síggja, er Jógvan Jacobsen ikki so ósamdur í hesum, av tí at hann eisini harmast um, at fólkaatkvøðan í 2001 varð avlýst.
At útsagnir og meiningar hjá Unga Tjóðveldinum og Tjóðveldisflokkinum og formenn tess als ikki skulu samanberast á nakran hátt, má eg viðganga, at eg ikki visti av.
Annars hevði eg ikki orðað skriv mítt, sum eg gjørdi.
Tað undrar meg ikki sørt, at Jógvan Jacobsen so eyðsýnt vil markera munin millum Tjóðveldisflokkin og Ungmannafelagið.
Vanliga er eitt politiskt ungmannafelag sprottið úr flokkinum, mest fyri at fáa ungfólk áhugaði í politiskum arbeiði, og eru ungmannafeløgini eisini við at mynda politikkin hjá flokkinum; hví hetta ikki er galdandi fyri Tjóðveldi, skal eg ikki gera meg klókan uppá.
Men eg skal leggja mær í geyma, at adressurnar er ymiskar í Tjóðveldisleguni!
Hvat hendi í 1946 hava nógvir vísir menn roynt at gera seg klókar uppá, serliga tjóðveldismenn.
Eg vil heldur hyggja frameftir enn aftureftir - fortíðin er farin, men framtíðina kunnu vit vera við til at skapa.
Helst allir føroyingar saman, Sambandsmenn og Tjóðveldismenn.