Advokatskrivstova letur upp í Saltangará

Advokatskrivstovan, ið heldur til í Havn, letur nú upp eina deild í Saltangará. Hetta hevur samband við tað vaksandi vinnuliga virksemið í økinum, verður sagt av Advokatskrivstovuni

? Skálafjørðurin er vorðin ein miðdepil uttanfyri høvuðsstaðin, og vit kunnu økja um talið á viðskiftafólki okkara við at lata eina deild upp í økinum, sigur Ólavur Jákup Kristoffersen, ið er advokatur á Advokatskrivstovuni.

Hann leggur afturat, at hetta er tengt at tí vaksandi vinnuliga virkseminum í økinum, sum eisini hýsir einastu oljuhavnini í Føroyum.

? Við at hava eina skrivstovu kunnu vit veita eina betri tænastu í hesum økinum og norðanfyri sum heild, sigur Ólavur Jákup Kristoffersen.

Frammanundan er ein advokatfyritøka á Skálafjørðinum, og tað eru Jónfinn Thomsen og Poul Hansen, ið hava eina skrivstovu í Runavík.

Aðrar advokatfyritøkur hava havt deildir aðrastaðni í Føroyum enn í Havn, men í løtuni eru bara hesar báðar deildirnar uttanfyri Havnina.

Tveir dagar um vikuna
Nýggja skrivstovan letur upp hósdagin, og í fyrsta umfari verður hon bara opin tveir dagar um vikuna. Tað verður hósdag og fríggjadag.

? Nú royna vit, um grundarlag eru fyri at hava eina deild á Skálafjørðinum. Tí velja vit ikki at hava opið allar dagar í vikuni at byrja við. Hetta er ein varislig roynd at hava virksemi uttanfyri høvuðsstaðin, sigur Ólavur Jákup Kristoffersen.

Advokatarnir fara at hava skrivstovu á Heiðavegi í Saltangará í bygninginum hjá P/F Snaraløki. Frammanundan halda Føroya Tele, grannskoðarafelagið Rasmussen og Weihe og reiðaríið Snaraløkur til í nýggja bygninginum.

Advokatarnir á Advokatskrivstovuni fara at skiftast um at arbeiða á Skálafjørðinum, so at allir sleppa at royna seg á nýggja beitinum.