Veðurstovan sigur, at eitt lágtrýst, 974 hPa, yvir bretsku oyggjunum, gongur spakuliga eystureftir og grynnist. Brúgvaløg haðani fara fram við Føroyum seinnapartin í dag.
Luftrákið yvir Føroyar í dag er eystaneftir, fyrrapartin við støðugari luft, men sum frálíður óstøðugari luft við ælaveðri.
Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin, skrivað klokkan 06:45 UTC.
Lítið lot, minni enn 5 m/s, av ymsum ættum, skiftandi skýloft ella lættskýggjað og yvirhøvur turt. Út á fyrrapartin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, eystan, skiftandi skýloft og turt. Seinnapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og sum frálíður regn. Í kvøld slítur í. Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, eystan, skiftandi skýloft og ælaveður.