Fólk eru vorðin meira bevíst um, at kríatúr skulu hava tað gott.
Løgreglan fegnast um, at fólk, sum koma fram á kríatúr, sum ikki hava tað gott - ella eru komin illa fyri - gera vart við seg.
Eina slíka fráboðan fekk løgreglan í gjár.
Talan var um eina ær á einum jarðarstykki við Sandá í Havn, sum ikki slapp av fetanum.
Er lendið vátt og runut, kann vera skjótt, at seyður gongur seg fastan og ikki sleppur burturúr rununi við egnari hjálp.
- Vit fegnast um, at fólk hava eyguni við kríatúrum í slíkum føri og siga frá, um tey halda, at neyðugt er við hjálp.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at aktingarmaðurin hjá Tórshavnar kommunu varð biðin at taka sær av ærini við Sandá.