Ætla at gera Fransagravirnar í Leirvík meira sjónligar

Nú seinasta fundarumfar í Eysturkommunu fyri summarsteðgin varð hildið jóansøkudag, var mentanarnevndin úti við Fransagravirnar í Leirvík

 

 

Hetta seinasta árið hevur mentanarnevndin í Eysturkommunu vitjað ymisk forkunnug støð innan fornminnisøkið í kommununi, og ætlanin er at halda fram við hesum.

 

- Endamálið er at koma út í allar bygdirnar í kommununi at skoða, lyfta fram og viðgera, hvat kann verða gjørt fyri at hjúkla um hesa mentanarsøgu, so hon verður varðveitt væl, bæði fysiskt, í teksti og millum manna.

 

Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

- Fransagravirnar liggja úti á Flatum í Leirvík, og eru frásagnirnar um tær slíkar, sum liva á manna munni í Leirvík, og børn og ung vóru ikki altíð álvulig, tá farast skuldi fram við teimum.

 

Í Eysturkommunu vísa tey á, at Fransagravirnar eru eisini umrøddar í bindi 4 í Leirvíkar bygdarsøgu, sum Martin Fjallstein hevur skrivað.

 

- Mentanarnevndin samdist á fundinum á jóansøku um at arbeiða meira við evninum um Fransagravirnar.

 

Nú verður farið undir at kanna nærri, hvat meira kann fáast av vitan um Fransagravirnar, eins og ætlanin er at arbeiða við miðla søguna um tær á hóskandi hátt.

 

- Møguleikin skal eisini kannast, hvussu Fransagravirnar kunnu gerast meira sjónligar, siga tey í Eysturkommunu í dag.