Russiskt skuggaskip steðgað av Fraklandi

Sambært franska forsetanum, Emmanuel Macron, hevur oljutangaskipið tilknýti til russiska skuggaflotan

Russiski forsetin, Vladimir Putin og franski forsetin, Emmanuel Macron. Í dag er kalt millum ríkisleiðararnar

Ett russiskt skuggaskip er steðgað út fyri Sisilia, og tað vóru franskir myndugleikar, sum steðgaðu skipinum.

 

Í Fraklandi verður sagt, at talan er um eitt oljutangaskip við tilknýti til Russlands, men sum siglir undir øðrum flaggi.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at skipð kom úr russiska havnarbýnum, Primorsk.

 

Sambært franska forsetanum, Emmanuel Macron, hevur oljutangaskipið tilknýti til russiska skuggaflotan.

 

Skuggaskip eru skip, sum sigla fyri russar og sum royna at umgangast tey revsitiltøk, sum vesturheimurin hevur sett í verk móti Russlandi.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin og franski forsetin, Emmanuel Macron. Í dag er kalt millum ríkisleiðararnar