Herfyri lýstu tey í Sjóvar kommunu við, at drekkivattnið Innan Glyvur var dálkað.
Tískil heitti kommunan á sínar borgarar um hesar leiðir um at kóka drekkivatnið.
Men, nú er vatnið Innan Glyvur í lagi aftur. Tað vísa nýggjastu vatnroyndirnar.
- Vatnið er reint, og tískil er ikki neyðugt longur at kóka drekkivatnið, siga tey í Sjóvar kommunu.










